Tað sigur Olivur Thomsen frá Visit Kalsoy
Men munurin í juli var lítil. Uttan iva var hetta ávirkað av, at ferðandi um flogvøllin í juli mánaði vóru nakað færri enn í 2019. Uttan iva hevur streykan hjá SAS í juli í ár sína ávirkan, heldur hann.
Talið av ferðandi á Mikinesleiðini er væl lægri í 2022 samanborðið við 2019.
– Hertil skal sigast, at talið av døgum, har brim er í Mikinesi, er stórt. Um hesir brimdagar eru fleiri í 2022 enn 2019, hava vit í skrivandi løtu ongi tøl fyri.
– Farleiðin til Kalsoynna er næstan ongantíð tarnað av nøkrum árið runt, meðan sjóvegis ferðasamband við Mikines er ikki um veturin, skrivar hann.
Talið av ferðandi á Fugloyarleiðini er næstan komið upp í hædd við 2019. Hendan farleiðin kann eisini verða tarnað av brimi, men ikki í sama mun sum Mikinesleiðin.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##