Ein av eigarunum av Varðanum í Gøtu, Tummas Thomsen, sum seinasta skipið hjá gøtumonnum er uppkallað eftir, flutti eisini fram røðu, tá skipað varð fyri móttøku í vikuskiftinum.
- Fyrst av øllum vil eg ynskja tykkum umborð at vera væl komnar heim til lands við hesum stásiliga fari. Tað hevur verið ein eitt sindur langur og til tíðir eisini eitt sindur strævin vegur at fingið ein avloysara til nú skjótt 40-ára gamla Saksaberg. Men, tað er, sum við øllum her í lívinum. Hevur tú tol og ert eitt sindur treiskur - ja, so hepnast tingini umsíðir. Og her liggur nú hesin so snotiligi avloysarin.
Um at vera uppkallaður, segði Tummas Thomsen hesi orð:
- Gott nokk hevur alt mítt lív, eins og hjá so mongum øðrum føroyingi, snúð seg um skip. Hetta byrjaði í uppvaskifatinum í køkinum, har hálvar klemmur, spískaðar eitt sindur í fremra endanum, vóru flotaðar, og svávulpinnar vóru mastrar. Hetta gekk jú fínt, til mamma fór at havast at, at klemmubeholdningurin fór at ganga undan.
Tummas segði, at sum tíðin gekk, gjørdist aktiónsradiusurin eitt sindur størri.
- Tað næsta farvatnið vórðu hyljarnir í túninum eftir onkran regndag. Hetta hevur alt útviklað seg meiri og meiri - líka til dagin í dag, nú hetta fagra skip liggur her. Men, at tað skuldi fara at bera sama navn, sum eg sjálvur - tað vardi meg ikki.
Hann reisti eisini spurningin, um hann hevur uppiborið hetta.
- Tað man nokk onkur halda - og harav navnið. Men, tað fari eg at lata onnur meta um. Eg takki tykkum fyri henda - móti mær - sýnda, stóra heiður, segði Tummas Thomsen millum annað, tá hann heilsaði skipi og manning.