- Eg plagi altíð at vera á ólavsøku. Um tú spyrt meg, so hoyrir tað til tað at vera føroyingur, sigur Mortan Thomsen úr Havn.
- Einaferð í mínum 27 ára langa lívi havi eg forsømt ólavsøkuna, og tað var í 2010, tá eg var niðri í lestrarørindum. Hóast eg ikki var heima tá, so leitaðu tankarnir heim, sigur Bjarki, sum er ættaður av Velbastað.
Teir báðir vinmenninir við húgvunum hava ikki nakrar ávísar planir á ólavsøku.
- Tað nyttar onki at gera sær planir á ólavsøku, tí man gongur bara oman og niðan, meðan man steðgar á at práta við fólk, sigur Mortan.
- Eg havi eina traditión, og tað er fólkafundurin á Doktaragrund. Í átta ár havi eg saman við tveimum vinmonnun staðið á takinum hjá TUTL og lýtt á. Tað er blivið so galið, at fólk spyrja meg, um eg ikki skal standa á takinum aftur í ár, sigur Bjarki flennandi.
Teir eru ikki mangir, sum ganga við føroyskari húgvu á ólavsøku. Men tað gera Mortan og Bjarki.
- Húgvan er líkasum prikkurin yvir i’ið. Ikki fyrr enn húgvan er komin uppá, er settið fullkomið, sigur Mortan, ið hevur átt húgvu í trý ár.
- Hetta er húgvan hjá langabba, so tað ger tað heila ikki verri, sigur Bjarki avgjørdur.