Hugvekjandi KT-stevna

Í morgun lat spennandi KT-stevnan dyrnar upp fyri almenninginum. Longu tíðliga í morgun høvdu nógv fólk leitað sær niðan í Norðurlandahúsið, har KT2006 í dag og í morgin fer at húsast. Umframt spennandi básar við alskyns tilboðum eru somuleiðis fleiri forvitnisligir fyrilestrar á skránni  eitt nú við unga vinnulívsmanninum Heina Zachariassen, danska rithøvundinum, Tor Nørretrander og Birger Hauge frá Danske Bredbånd.