Kendi fyrrverandi vrestlarin, Hulk Hogan, var biðin um at vera bassistur hjá amerikanska rokk-bólkinum Metallica, tá ið bólkurin byrjaði at spæla í 1981. Danski trummusláarin í bólkinum, Lars Ulrich, er góður vinmaður hjá Hulk Hogan, og tað var hann, ið bað hann koma at spæla við Metallica.
Eg var tónleikari, áðrenn eg byrjaði at vrestla. Lars Ulrich og eg vóru vinir, og hann spurdi, um eg vildi vera bassistur hjá teimum. Men hetta bleiv tó ongantíð til nakað.
Ístaðin gjørdist Hogan vrestlari. Hetta angrar hann nokk ikki. Í yrkisleið sínari varð hann heimsmeistari ikki minni enn 12 ferðir.
Í dag hevur 58 ára gamli Hogan eina sjónvarpssending, sum eitur »Hogan Knows Best«.
Skrivað hevur Neli Heldarskarð