Michael Owen hevur ikki seinasta árið megnað at avrika tað, sum hann plagdi. Og nú sáttmálin hjá Owen við Newcastle gongur út, verður nógv tosað um, hvar Owen skal spæla næsta kappingarár. Hull hevur nú givið Owen eitt ítøkiligt tilboð. Felagið bjóðar honum ein løn, sum er ein lítla helvt av milliónini, sum hann hevur forvunnið í Newcastle um vikuna. Har afturat er avriksløn eisini í tilboðnum.