Klaksvík: - Kom, skulu vit ikki taka ein ordiligan rokkara í dag?!
Tað var kanska ikki júst ein slík áheitan, ein væntar at hoyra frá einum manni sum gongur til tey 80 árini. Serliga ikki frá einum manni, sum hevur fingið ta lemjandi sjúkuna við navninum Parkinson.
Og serliga ikki, tá umstøðurnar kanska ikki júst eru til slíkan tónleik og kanska tílíkan larm. Vit eru nevniliga stødd inni í einum av venjingarrúmunum, sum eru ein partur av fysiurgisku viðgerðini á Klaksvíkar sjúkrahúsi. 9 mans, ein ergoterapeutur, ein fysioterapeutur og ein blaðmaður.
Teir 9 eru allir ættaðir higani. Kennast allir meiri ella minni frammanundan. Í so lítlum samfelagi vita nógv nógv um nógv. Men tað er kortini eitt, sum hesir menninir ikki hava vitað um hvønn annan: Sjúkuna, teir allir líða av.
Tað er júst henda sjúkan ella fylgjurnar av henni, sum hava savnað teir saman henda mikudagin í hesi vikuni. Ella fyri at siga sum er: Tað er hvørki sjúkan ella fylgjurnar sum savna hesar menninar, men viðgerðin av hesi herviligu sjúku.
Teir eru allir í roynd og veru farnir aftur á skúlabonk. Ikki frammanfyri borð, blýantum, lesibókum og lærara. Men í hesum venjingarhølinum, har teir fáa møguleika at kunna seg um ta sjúkuna, teir hava fingið. Hvussu teir við einfaldum venjingum kunnu halda pínuni niðri og rørslunum uppi. Og hvussu teir kunnu halda sjúkuni niðri og humørinum uppi.
Síðst, men ikki minst er hetta ein skúli, sum skal læra hesar tilkomnu menninar um, hvørjir møguleikar sum finnast fyri at kunna liva eitt virðiligt lív, hóast teir allir hava Parkinsonsjúkuna.
Ja, kom so dreingir. Nú er slutt við at slappa av. Kom, vit seta stólarnar til viks. Og so byrja vit. Eg seti tónleikin frá, og so byrjar fimleikurin, sigur fysioterapeuturin Benadicta.
Løtu seinni byrjar seinnapartsfimleikurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri hesar 9 menninar. Tað er ikki lætt at síggja, at onkur teirra er farin at ganga móti teimum 90.
- Kom on eitt-og-tvey-og-trý, og so svinga vit til høgru, ja eitt-og-tvey-og-trý.
Lýdnir fylgja teir boðunum frá Benadictu. Teir vita, at hon hevur skil fyri slíkum. Hon og hinar báðar í teaminum vilja bara teimum tað allarbesta.
Stjórar og arbeiðsmenn
Her frammanfyri mær standa 9 mans í góðum árum. Tað er ikki lætt at síggja á øllum teirra, hvørja sjúku likam teirra ber.
Hetta hava verið menn, sum virkaðu undir ymiskum korum og ymiskum stigum í samfelagnum. Her eru allir bólkar í samfelagnum umboðaðir í einum og sama rúmi. Allir við somu lagnu. Nú eru teir eitt.
Her er m.a. ein lærari, ein bóndi, ein sosialráðgevi, ein reiðari og ein skipari. Menn sum hava staðið við ábyrgd, men sum aldur og sjúka nú hava noytt aftur á skúlabonk.
Hóast hesar umstøður so hevur hetta als ikki tikið lívsmótið frá teimum. Ikki einum einasta teirra.
Hetta er eitt ótrúliga gott tilboð, vit her hava fingið. Her er alt sum skal til. Og satt at siga, so gleði eg meg til hvørja ferð vit skulu møtast. Hetta her, hetta er ordiliga well!, sigur ein teirra.
Ein annar brýtur hann av:
Ja, og eisini eg. Eg havi faktiskt ikki sovið í nátt, so spentur var eg!!
Harður skúli
Klokkan er um at vera eitt. Teir hava verið saman síðani kl. 10 í morgun.
Teir hava gjørt ymsar rørslur. Í morgun hava teir gjørt venjingar við kustaskafti, eins og teir hava gingið við stavum. Hava gingið og hava stríðst, men hava samstundis havt góðar stundir til at hugna sær saman. Ein drekkamunnur er altíð góður ein slíkan fyrrapart, har teir kunnu tosa um tað sum fyriferst í tí dagliga. Og har teir kunnu siga hinum frá, hvussu henda lemjandi sjúkan hevur ávirkað teir og teirra lív.
- Eg haldi, at tað er neyðugt at koma saman á henda hátt. Vit práta um felags ting, og eg haldi at tað hevur nógv at betýða fyri meg.
- Eg kann ikki svara tær, hvat er best við øllum tí vit eru ígjøgnum. Hvat eg skal velja &? Tja, tað er ringt. Eg haldi at alt er líka gott, og alt er okkum at gagni! Hetta er ein góður skúli og eitt gott tilboð til okkum!
Kaffisteðgurin gongur alt, alt ov skjótt, tí nú eru teir tríggir "lærararnir" sjúkrarøktarfrøðingurin Katrin, fysioterapeuturin Benadicta og ergoterapeuturin Martha eftir teimum aftur.
Einki við at sita og sløsa dagin burtur. Teir eru farnir aftur í skúla - Parkinson-skúla. Og tí ræður at fáa sum mest burtur úr tíðini.
Klokkan gongur so alt ov skjótt, og skal skráin fyri henda mikudagin náast, so má herjast á aftur, tí á middegi eta teir ein døgurðabita saman.
Hetta er eitt neyðugt avbrot í tí annars strævnu dagsskránni. Ein góður døgurðabiti er ikki at forsmáa, serliga ikki tá hann verður latin úr hondunum á teimum dugnaligu fólkunum í køkinum á sjúkrahúsinum.
Teir hava júst fingið sær seinasta bitan av hesum góða døgurðabitanum. Nú hevði sofan verið góð. Men nei, einki við at leggja seg aftur á í sofuni til ein døgurðaslang.
Her er heldur eingin sofa til taks. Her er undirvísing á skránni. Hørð undirvísing, men kortini gevandi fyri teir allar.
Sum at elta deiggj til bollar
Klokkan er nú farin nakrar fáar minuttir yvir eitt. Øll eru klár hesir 9 garparnir, fysioterapeuturin Benadicta og ergoterapeuturin Martha.
Venjingarhølið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur alla útgerðina, ið krevst til ein slíkan skúla. Amboð og aðra útgerð til hetta, og sjálvandi eisini ein kraftmiklan ghettoblastara. Tí uttan góðan tónleik er ikki lætt at gera taktfastar rørslur.
Benadicta kemur við tveimum fløgum, hon hevur valt til høvið. Tað sær út til at ta klassiska skal eiga hesa løtuna.
Nú, Benadicta, letur í einum. Hvat bjóðar tú í dag? Kanst tú ikki koyra ein rokkara á ein ordiligan ein?!
Hon svarar brosandi aftur, at teir skulu nokk fáa góðan tónleik. Og rætt er: Fyrsta lagið byrjar varisliga við violinum og øðrum streingjaljóðførum. Hmmm, so bleiv altso eingin rokkur í dag, meðni.
Komið nú, allir samlir. Lat okkum fyrst ganga eitt sindur runt á gólvinum. Lat meg nú síggja, hvussu væl tit klára tað í dag!
Teir seta allir í gongd við at ganga runt í hølinum. Tónleikurin er framvegis uttan nakran serligan rokkdám, men so við eitt broytist hann:
Ein trumma kemur inn, og løtu seinni ruggar rokkurin hesar 9 menninar runt á gólvinum. Hetta er neyvan tann tónleikurin nakar teirra lurtar eftir heima við hús. Men í dag nú teir eru farnir aftur á skúlabonk kemur hann til sín rætt.
Tað er í roynd og veru lætt at gera rørslur til henda góða og livandi tónleikin.
Ja, eg veit at tað er hart at skula gera slíkar rørslur beint aftaná at tit hava etið døgurða. Men vit royna eina løtu aftrat.
Kom nú svinga vit við armunum. Lat okkum gera eitt 8tal. Allir samlir! Kom nú - eitt-og-tvey-og-trý.
Grøn evja
Benadicta hevur nú hildið á eina góða løtu. Nú sæst á monnum, at teir hava hug til eina broyting í skránni.
Eingin teirra klagar, men hon sær at rørslurnar gerast heldur tungar. Teir verða nú bidnir at finna sær stólarnar fram aftur.
Meðan henda íðkanin er farin fram hevur Martha sitið og arbeitt í tí stilla. Úr eini spann hevur hon tikið eitt petti av grønum og mjúkum deiggi.
Henda grøna evjan ella hvat ein nú skal kalla slíkt er koyrd niður í plastikkbikør. Eitt lítið sindur í hvørt bikarið. Her er eitt bikar til hvønn teirra.
Nú skal tann ergoterapeutiski parturin á skránna. Væl sleppa teir at sita niðri, men nú skal farast til verka við hondunum.
Teir fara allir fúsir til verka. Martha hevur biðið teir um at taka deiggið úr bikarinum, men tað er ikki sum at siga tað.
Onkur roynir at rista tað úr. Onkur slær bikarið niður á lærið fyri at fáa deiggið út, men einki hjálpir.
Nei, nei. Einki við at snýta, dreingir. Einasti máti at fáa deiggið út uppá er við at taka tað við fingrunum. Eg veit at tað er svert. Men tað ber saktans til.
Nú gekk betur hjá teimum flestu, og løtu seinni hava allir uttan tann eini maðurin fingið deiggið úr bikarinum. Hann roynir at trýsta á bikarið, men lítið hjálpir. Deiggið vil ikki úr.
Martha hevur gott tol, og tað hava hinir eisini. Hon letur hann arbeiða við hesum eina løtu, og leggur honum síðani lag á. Og so við eitt er henda fyrsta uppgávan loyst.
Bollar og kleynur
Allir mans eru til reiðar, hvør við sínum deiggjklumpi í hondini. Nú skal deiggið eltast, knoðast ella knúgvast. Navnið spillir onki deiggj. Alt verður gjørt fyri venjingina.
Hetta er sum at elta deiggj til bollar. Sami framgangsmáti, men brúki endiliga báðar hendurnar saman, sigur hon.
Teir leggja allir til brots. Elta grønu evjuna eina løtu. Sohvørt teir elta hana gerst hon bleytari og bleytari, og ta einu løtuna minnir tað meiri um gerð av bróstsukri enn bollum.
Nú, hinir gomlu, sigur ein teirra. Hvussu er hetta? Tað er annað lívið at elta deiggj til bollar heima í køkinum hjá tykkum sjálvum, enn hetta grøna evnið, ikki?
Jú, sigur ein annar. - Men mær dámar nú betri at gera kleynur!
Men, sigur ein triði. Mær dámar allarbest at eta bollarnar!
Allir bresta út úr at flenna, nú næsti maður kemur við eini nýggjari søgu um ein tilburð, sum honum hevði verið fyri.
Soleiðis gerst ein bolli til fleiri bollar. Og soleiðis gerst ein søga til fleiri søgur, alt meðan tíðin rennur avstað, uttan at nakar teirra ansar tí.
Langfingfang
Nú er tíð at gera eina aðra venjing við deigginum. Tað skal leggjast niður á tummilin, og síðani skulu hinar fýra fingrarnir skiftast um at trýsta niður í deiggið.
Teir eru ikki meiri enn byrjaðir, tá næsta søgan er á skránni: Hesaferð um navnið á fingrunum.
Ja, tað er so trupult við nøvnunum á fingrunum. Eg gloymi altíð, hvussu teir eita á føroyskum. Hvussu var tað nú tað var?, spyr Martha.
Ein teirra er skjótur at svara:
Tað eitur altso ikki peikifingur ella slikkepot, soleiðis sum vit lærdu tað í skúlanum. Á føroyskum eitur tað nevniliga ikki peikifingur, men fremstifingur. Hygg bara í orðabókina!
Og tað eitur heldur ikki ringfingur á føroyskum. Men lekifingur ella bara næstaftasti fingur, sigur tann eini.
Ein annar er skjótur at svara til: Tit, vita tit, hvussu tjóvur eitur á kinesiskum?
Líkt er til at eingin veit rættiliga.
- Jú, tað eitur langfing. Og ein politistur eitur sjálvandi langfingfang!
Slíkur humor kemur væl við hjá hinum. Teir bresta allir út úr at flenna, og gloyma enn einaferð, hví teir eru her savnaðir her.
Skemtið fær teir at gloyma at teir hava hesa herviligu sjúkuna.
1. deild móti 2. deild
Klokkan er nú farin nakað av hálvgum tvey, men tað er einki sum bendir á tær báðar, Benadicta og Martha, ætla at sleppa teimum so.
Nú kemur triðja og seinasta venjingin í dag: Eitt bóltspæl, har teir verða býttir upp í tvey lið, ið kappast skulu móti hvørjum øðrum.
Hvør teirra fær ein bólt í hondina, og á miðjum vølli liggur ein annar bóltur, sum skal fáast inn um markið hjá mótstøðuliðnum. Eydnast tað gevur tað mál í hinum endanum.
Nú hava vit ein havnamann millum okkum í dag. So hetta verður ein dystur millum høvuðsstaðin og okkum í Klaksvík kanska HåååååBæææ móti KÍ, skemtar ein teirra.
Ein annar er ikki samdur við honum: Eg veit ikki, vit taptu so syngjandi móti tykkum seinast. So hetta er nokk meiri ein dystur millum tvey ójøvn lið kanska sum millum 1. deild og 4. deild hjá KÍ!
Tær báðar gera klárt, og so verður dysturin bríkslaður í gongd. Summir við stórum bóltum, og aðrir við smærri. Og væl gongur at raka henda lítla bóltin í miðjuni.
Bólturin ferðast úr einum enda í hin, og tað gongur ein góð løta til annar parturin fær mál. Teir eru tó ikki meiri enn komnir yvir hetta, tá er bólturin komin inn um mark teirra megin. Javnleikur.
Martha boðar nú frá, at dystur er lokin og at úrslitið gjørdist 11. Menn setast móðir niður aftur á stólar sínar. Teir turka sveittan av pannuni og anda djúpt.
Hesa løtuna, sum dysturin vardi, høvdu teir heldur ikki stundir at hugsa um at teir eru sjúkir. Her eru allir eins. Allir eru teir í sama báti.
Stavar
Nå, men nú er klokkan so mikið nógv, at eg haldi at vit gevast fyri í dag. Verður veðrið gott fríggjadagin komandi, so fara vit út at ganga við stavum.
Havið tað so gott, allir samlir. Vit síggjast fríggjadagin kl. 10, siga Martha og Benadicta við ein munn.
Ein og ein fara teir avstað. Onkur má ringja eftir bili. Onkur ætlar at ganga til hús í góðveðrinum. Og tann triði bjóðar einum teirra at koyra við sær. Bilurin stendur í garðinum.
Aftur í dag høvdu teir ein góðan dag saman. Tríggjar ferð um vikuna eru teir møttir her so trúfast frá kl. 10 til 14.
Nú sleppa teir so til hús. Kanska onkur fer beina leið á sofuna. Men tað hevur hann so allar orsøkir til.
Hetta hevur verið ein harður dagur. Men kortini ein góður dagur.
Og fríggjadagurin, hann verður skjótur!
Tvørfakligt samstarv
Vanligt hevur verið við skúlum fyri fólk við serstøkum sjúkum, t.d. skozofreniskúla og ryggskúla.
Her á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur ein brotið púrasta upp úr nýggjum við hesum serstaka skúlanum fyri Parkinsonsjúklingar. Hetta má tí metast sum eitt pilot-prosjekt, har ein hevur møguleika at heysta dýrabarar erfaringar í viðgerðini av hesum málbólkinum.
Parkinsonskúlin byrjaði 28. september og heldur fram til 3. desember. Fæst játtan, so verður tilboðið helst endurtikið komandi ár.
Talan er eisini um eitt spennandi samstarv innan ymiskar fakbólkar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, nú ein sjúkrarøktarfrøðingur, ein fysioterapeutur og ein ergoterapeutur hava sett sær fyri at geva hesum sjúklingum eitt gott, spennandi og neyðugt tilboð.
Endamálið við hesum Parkinson-skúlanum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er at menna hesar menninar likamliga, sálarliga og sosialt. Alt ávirkar hvørt annað, og alt er treytað av hvørjum øðrum. Her er talan um eina ringrás eina góða ringrás!
Manningin
Manningin seinasta mikudag var henda:
Sjúkrarøktarfrøðingur: Katrin Nielsen (burturstødd)
Ergoterapeutur: Martha Reyðberg
Fysioterapeutur: Benadicta Ellingsgaard.
Brúkarar: Jákup Fredriksen, Hákun Lutzen, Sámal Christiansen, Sámal Mikkelsen, Dánjal Nielsen, Birni Hansen, Karl Martin Klein, Páll Østerø og Anfinn Justinussen.
FAKTA
Parkinson-sjúkan
Symptom: Rysting, stívleiki í musklum, seinar og trekar rørslur og trupulleikar við balansuni. Sjúkan er ymisk frá einum persóni til annan, og er treytað av, hvussu leingi ein hevur havt sjúkuna.
Orsøk: Orsøkin til sjúkuna er ókend. Symptomini koma fyri ein stóran part av, at sjúklinginum vantar eitt ávíst organiskt evni í heilanum dopamin.
Viðgerð: Sjúkan kann viðgerast, men ikki lekjast. Viðgerðin við heilivági kann í stóran mun avmarka symptomini og hækka lívsdygdina hjá sjúklinginum. Sjúkan styttir ikki longur um lívið.