Hummarmálið: Eidesgaard sleppur undan revsing

Hóast Rás2 hevur ljóðbrot, har Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, greiðir frá, at hann át livandi hummara á Atlantic Fish Fair í 2005, so verður hann ikki ákærdur fyri djórapínslu. Sjálvur vil hann ikki tosa um málið

Hevur tú nakrantíð etið livandi hummara?

Hví spyrt tú?

Dimmalætting hevur fleiri ferðir skrivað, at tú og fleiri hundrað onnur hava etið livandi hummara og nú koyrir eitt rættarmál, og í tí sambandi vil eg spyrja, um tú át livandi hummara í 2005. Um Dimmalætting bara finnur uppá, ella um tú hevur etið livandi hummara.

So sigi eg, at eg onga viðmerking havi. Tað er væl eisini ein viðmerking.

So einfaldar eru útsagnirnar hjá Jóannesi Eidesgaard, tá hann verður spurdur, um hann er ein av teimum, sambært Dimmalætting, fleiri hundrað fólkunum, sum royndu at eta livandi hummara á Atlantic Fish Fair í 2005.


Át hummara

Men Jóannes Eidesgaard hevur í hvussu so er sagt, at hann hevur etið livandi hummara, tí 5. mai í 2005 tosaði táverandi løgmaður við Rás2, har hann greiddi frá, hvat honum dámdi væl við Atlantic Fish Fair. Millum onnur upplivilsi á stevnuni nevndi hann at eta livandi hummara.

- Tað var sanniliga eisini imponerandi at eta livandi hummara, at bíta í ein livandi hummara, og smakka, hvussu hann smakkar, segði Jóannes Eidesgaard í tíðindunum á Rás2 tann 5. mai 2005.

Men tá Jóannes Eidesgaard verður spurdur um hetta brot hevur hann ikki nógv at siga.

- Eg tosaði við teg, um hetta í morgun, og mín støða er tann sama. Eg havi onga viðmerking, staðfestir Jóannes Eidesgaard.


Kann ikki ákærast

Tá fjølmiðlar fyrr hava verið í samband við fútan, um hví Jóannes Eidesgaard ikki er ákærdur í málinum, hóast Dimmalætting longu í maimánaði skrivaði, at hann var ein teirra, ið át hummara. Hetta hevur Jóannes Eidesgaard ongantíð avsannað, og tí skuldi ein trúð, at hann er eins sekur og tey fimm fólkini, sum eru ákærd eftir grein 1 í djóraverndarlógini. So hevur ákæruvaldið, víst á, at ongi prógv eru fyri, at táverandi løgmaður át hummara, og at tað bara eru prógv ímóti teimum fimm fólkunum, sum vóru í málinum.

Nú Rás2 hevur ljóðbrot, har Jóannes Eidesgaard greiðir frá, hvussu hugtakandi tað var at eta livandi hummara, so kundi hugsast, at táverandi løgmaður eisini kann ákærast, og kann rokna við at verða kravdur eftir 1000 krónum í bót fyri at hava givið hummaranum grova skilaleysa viðferð.

Men tað verður Jóannes Eidesgaard ikki.

- Um hann hevur etið livandi hummara, so er fyrningarfreistin farin. Sambært paragraf 93 í revsilógini er fyrningarfreistin tvey ár fyri mál, ið ikki eru grovari enn eitt vist, staðfestir Linda Hesselberg, almennur ákæri.

Hon greiðir somuleiðis frá, at hevði ákæruvaldið verið vitandi um hetta ljóðbrot, sum verður spælt á Rás 2 klokkan 16 og 17 í dag, so hevði Jóannes Eidesgaard, táverandi løgmaður, eisini verið avhoyrdur í málinum.


Undrast yvir upplýsingar

Hinvegin undrast Linda Hesselberg, at tað var so torført at finna upplýsingar í málinum, og at tað finnast tílík ljóðbrot.

- Tú skuldi vitað, hvussu lítið fólk sóu hesar dagarnar í mai 2005, staðfestir hon.

Somuleiðis greiðir hon frá, at tey, sum hava verið í málinum hava heldur ikki greitt frá øðrum, ið hava etið av livandi hummarunum, og tí hevur verið sera torført at finna onnur av teimum næstan 1000 fólkunum, sum sambært Dimmalætting 25. mai 2005 ótu livandi hummara.