Ingi Olsen, høvuðsvenjari hjá mansliðnum hjá VÍF hevði meir enn ríkiligt at síggja til, tá hansara menn tóku ímóti Neistanum. VÍF vann dystin 41-31, og liggur væl fyri í stríðnum um at koma í FM-finalurnar.
Tað verður tó ikki mest úrslitið, sum fólk fara at minnast dystin fyri. Tað verður meiri fyri eina serliga hending í seinnu helvt av fyrra hálvleiki.
Knappliga kom ein harraleysur hundur inn á vøllin, og tá mátti Ingi Olsen traðka til, sum hundafangari, og føra tann fýrbeinta trygt út úr høllini.
Ingi Olsen hevur verið venjari í Grønlandi, men søgan meldar einki um hann hevur rikið sletuhundar út úr eini hondbóltshøll í Grønlandi.
Myndin er frá vestmenningi, sum fegnast um eyka upplivingina.