Hundaeigarafelag Føroya skipar fyri fyrilestri um hundar og fýrverk hóskvøldið kl. 19 í B36 húsinum.
Sera nógvir hundar vísa stóran ótta og angist dagarnar tá fýrverk verður skotið. Fyrilesturin fer at nema við hvørji mistøk flestu hundaeigarar gera, í bestu meining, tá teir ynskja at vísa hundinum á, at fýrverk ikki er vandamikið.
Eisini verður umrøtt hvussu ein kann venja hvølpin, sum upplivir fýrverk á fyrsta sinni, og hvussu ein venur bangnar hundar.
Hetta sama kvøldið verður heiðurin sum Ársins hundavinur handaður. Felagið bjóðar til drekkamunn og hundaprát eftir fyrilesturin.