Djóraverndarfelagið minnir hundaeigarar á, hvat lógin sigur um hund, sum stendur bundin í bandi.
Nú veturin er komin, standa fleiri hundar úti ov leingi og í øllum veðrið.
Her er eitt brot tikið úr Løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar/hunde.
§ 5. Tað er forboðið alsamt at hava hund bundnan.
Stk. 2. Tá ið hundur verður hildin bundin, skal bandið vera minst 5 m langt, og hann skal sleppa til rúm, so hann fær krokað nóg væl fyri regni, vindi og kulda. Um tað er hundahús, skal tað vera rúmligt, og so mikið høgt, at hundurin fær staðið uttan at bera ímóti.
Alla Hundalógina og aðrar lógir, kunnu lesast á www.logir.fo, ella við at venda sær til Løtingsskrivsstovuna, sigur Djóraverndarfelagið.
[email protected]