Hvønn dag flýggja umleið 3.400 børn úr Sýrialandi, og tilsamans er flóttafólkastreymurin undan sýriska borgarakrígnum komin upp um so mong sum 1.850.000 menniskju.
ST heitir nú á heimssamfelagið um at játta smáar 30 milliardir krónur, so tað skal bera til at fáa hjálpt sivila fólkinum í krígsherjaða landinum.
Mett verður, at helvtin av teimum næstan tveimum milliónum flóttafólkunum eru børn, og av hesum eru um 300.000 yngri enn fýra ár.
Altjóða Barnabati heitir eisini á myndugleikarnar í londunum um okkara leiðir um at játta pengar, so hesi neyðstøddu børnini kunnu verða hjálpt.