Hundraðtals fólk søgdu Heðini farvæl

Leygardagin endaði eitt hendingaríkt tíðarskeið í føroyskum politikki, tá ið Heðin Mortensen legði frá sær sum ÍSF forseti eftir heili 28 ár í sessinum. Í fríggjadagin nýttu hundraðtals fólk høvið at hitta hann á stórfingnari móttøku í Norðurlandahúsinum

 Seinnapartin í fríggjadagin var stór móttøka í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at Heðin Mortensen í morgun leggur frá sær sum forseti í ÍSF eftir at hava røkt starvið í heili 28 ár.

Hetta er tað longsta, nakar norðurlendingur hevur sitið á ovastu ítróttarrókini.

Tað var ein drúgv skrá á móttøkuni har verjin hjá ítróttinum í Føroyum, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, varaforstin í ÍSF, Petur Elias Petersen og forsetin í Fótbóltssambandinum, Høgni í Stórustovu, fluttu fram røðu.

Annars var fimleikaframsýning, tónleikur.

Heðin Mortensen fekk eisini heilsan frá ítróttarsambandinum í Íslandi og forsetin í danska ítróttarsambandinum var komin til Føroyar á móttøku og hann segði eisini nøkur orð.

Avgerðin um at leggja frá sær er ikki komin brádliga, tí Heðin Mortensen sigur, at tað eru tvey ár síðani at hann tók avgerðina um at nú var stundin komin at lata nýggjar kreftir koma framat.


Avgjørt ikki lætt

Men í samrøðu við Rás2 seinnapartin fríggjadagin viðgekk hann, at tað er avgjørt ikki lætt at leggja frá sær og at tað er við sorgblídni at hann nú sigur farvæl eftir at hava brúkt helvtina av lívinum upp á ítrótt.

Hinvegin fer hann neyvan at sleppa ítróttinum heilt, tí verður boð eftir eini hjálpandi hond til okkurt, er hann til reiðar at taka eitt tak.