Hundraðtals vildu síggja HM-steypið

Meðan Earth hour bleiv hildin um heimin og fleiri húski og kommunur her í Føroyum eisini sløktu ljósini fyri at vísa, at vit brýggja okkum um umhvørvi, stóðu hundraðtals bæði vaksin og børn á Tórsvølli og ynsktu sær eina mynd av HM-steypinum, sum kappast verður um í Russlandi í summar.

 

Steypið ferðast úr landi í land og kom til Føroya úr Noregi. Í dag fer steypið til Íslands.

 

Vertur á vitjanini í Føroyum, um ein so kann siga, var franski HM-vinnarin Christian Karembeu, sum eisini hevur vunnið Champions League við Real Madrid. Frakland vann HM í Fraklandi í 1998, tá franskmenn vunnu ein sannførandi 3-0 sigur á Brasil í finaluni.

 

Aðrar stjørnur á franska liðnum vóru núverandi franski landsliðsvenjarin Didier Deschamps og venjarin hjá Real Madrid Zinedine Zidane.

 

Steypið kom til Føroya í einum flogfari hjá Coca Cola í gjár og nøkur boðin fólk sluppu umborð at skifta orð við HM-vinnaran.

 

Júst hetta steypið hevur verið nýtt síðani HM í 1974. Áðrenn tað var tað Jules Rimet steypið, sum bleiv nýtt, men í 1970 vann Brasil tað til ognar. Tað steypið bleiv stolið í 1966, men skjótt funnið aftur, men í 1983 hvarv steypið í Brasil og er ongantíð sætt síðani.

 

Á Tórsvølli var skipað fyri ymiskum bóltspølum fyri børnini, áðrenn tey fingu høvi at taka eina mynd saman við steypinum. Nøkur fingu eisini eina mynd saman við Christiani Karembeu.

 

Myndir frá Tórsvølli eru undir greinini, meðan myndir frá flogvøllinum eru at síggja her.