Hundraðtals fólk deyð í krígnum millum Ísrael og Hamas

Í minsta lagi 100 ísraelar eru deyðir í álopum frá Hamas, siga ísraelski miðilin N12. I Gaza eru 198 deyð.

 

Ein rakett er send úr Gazagerianum móti Ísrael. Hamas hevur lopið á Ísrael við fleiri túsund rakettum og hevur trongt inn í ísraelskar býir. - Foto: Ibraheem Abu Mustafa/Reuters  

Í minsta lagi 100 fólk eru deyð, eftir at hernaðarliga palestinski bólkurin Hamar í dag hevur lopið á Ísrael.

Tað skrivar ísraelski miðilin N12 við tilvísing til læknakeldur.

Talið av deyðum er enn ikki váttað frá almennari síðu. Higartil hevur ísraelska sjúkraflutningstænastan váttað, at 40 ísraelar eru deyðir. 

Men heilsumálaráðið í Ísrael váttar fyri blaðnum Haaretz, at 908 ísraelar eru særdir og fluttir á sjúkrahús síðani í morgun.

Í morgun sendi Hamas minst 2200 rakettir um markið til Ísrael. Hernaðarliga Hamas-fólk tongdu inn í fleiri ísraelskar býir í einum umfatandi álopið, sum tók øll á bóli.

Bólkurin hevur tíggjutals ísraelar sum gíslar. Talan er bæði um sivil fólk og um herfólk, skrivar fleiri ísraelskir miðlar.

Hetta er blóðugasta álopið ímóti Ísrael í mong ár.

 

##med2##

Seinnapartin eru bardagar millum ísraelska herin og hernaðarliga palestinar fleiri staðni, skriva ísraelskir miðlar.

Nógv herfólk eru deyð, eftir at tey royndur at treingja inn í Ísrael sjóvegis, skrivar Haaretz.

Í Gazageiranum eru 198 palestinar deyðir í ísraelskum loftálopum.

Tað sigur heilsumálaráðið í palestinska økinum nú seinnapartin, sigur Reuters.

Í minsta lagið 1610 onnur eru særd, upplýsa myndugleikar sambært Sky News.

Ísrael hevur higartil sett í verk sonevndu Operatión Jarnsvørð, sum svar upp á umfatandi rakettálopið frá hernaðarliga bólkinum Hamas, sum situr á valdinum í Gazageiranum.

Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, hevur boðað frá, at Ísrael nú er í kríggi ímóti Hamas.

/ritzau/

 

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##

##med23##

##med24##

##med25##

##med26##

##med27##

##med28## 

 

Ein rakett er send úr Gazagerianum móti Ísrael. Hamas hevur lopið á Ísrael við fleiri túsund rakettum og hevur trongt inn í ísraelskar býir. - Foto: Ibraheem Abu Mustafa/Reuters  

Hernaðarligir palestinar bera offur av ísraelska álopinum nærindis Erez-marknaliðnum millum Ísrael og Gaza í dag. - Foto: Bashar Taleb/Ritzau Scanpix