Hundraðtals lestrar- og lærlingabústaðir

Ungdómurin er okkara virðismiklasta tilfeingi – tað eru tey, ið skapa broytingarnar og skulu bera samfelagið framá. Eitt samfelag, sum manglar hendan bólkin, er í vanda fyri at stirðna. Tað má ikki henda. Vit mugu byggja lestrar- og lærlingabústaðir – hundraðtals.

 

Ung og lesandi hava víst okkum á, hvussu týdningarmikið hetta er. Fróðskaparsetrið hevur eisini og Hagstovan við. Vit kenna øll týdningin av júst at fáa ung at velja Føroyar, og tí eiga vit eisini at seta gongd á slíka verkætlan skjótt. Innan ein mánað eiga vit at fáa endaliga staðseting avgreidda og síðan fáa gongd á bygging av hundraðtals lestrarbústøðum.

 

Fyri at tryggja, at leigukostnaðurin verður lágur, so skulu vit byggja eftir einum leisti, har vit áseta leigukostnaðin beinanvegin og byggja eftir tí, samstundis sum landið, kommunur og grunnar seta pening í arbeiðið. Vit hava gjørt átøk – m.a. sett gongd á at gera Eirargarð til lestrarbýli, fyrstu stigini í kampus-verkætlanini er í gongd, og komandi skúlaár hækkar lestrarstuðulin til hægri lesandi við 1000 kr um mánaðin. Men vit skulu gera enn meira!

 

Lesandi skulu hava eitt stað at búgva og fáa eitt felags umhvørvi, eins og vit síggja í okkara grannalondum.

 

Vit hava í langa tíð hoyrt, at vit missa 20% av ungdóminum til okkara útheimin. Tað er ein risatrupulleiki, sum vit mugu fáa loyst. Tað krevur, at Føroyar eru eitt gott stað at seta búgv, at nema sær útbúgving, og at Føroyar eru nóg lokkandi.

 

Lestrar- og lærlingabústaðir eru ein íløga í skilagóða samfelagið og í framtíðini, og tað noyðast vit at gera!

 

 

 

Fyri teg, meg og Føroyar!

 

 

 

Hervør Pálsdóttir

 

Valevni, Tjóðveldi