Hundur dripið hønurnar

.

Kjartan Clementsen, sum býr í býlinginum undir Brúnni í Havn, var illa við mikukvøldið, tá hann kom út í tún.

Har lá ein høna hansara á vøllinum dripin, og ein var so illa farin, at hann noyddist at kippa hana. Ein triðja høna var burturi. Bara tvær gingu eftir í høsnarhúsinum.

Einki var at ivast í, hvat var hent. Týðulig hundaspor stóðu í vøllinum, har høsnafjarðar eisini lógu. Eitt petti frá fann Kjartan tvey bleyt egg, sum tær jagstraðu hønurnar hava vorpið.

Kjartan er harmur um missin, tí hønurnar hevur hann havt saman við grannanum. Teir hava skifst um at geva hønunum, sum nú vóru farnar at verpa væl.

Men tað er ikki bara tað at missa hønurnar.

Fólkini finna seg ikki longur í at skula líða undir at hava slíkar hundar sum grannar. Øll vita, hvørjir teir bítsku hundarnir eru. Teir hava áður eisini bitið fólk, og summi børn í grannalagnum ræðast teir so illa, at tey illa tora út.

Teir báðir hundarnir ganga inni á eini trøð, og so hendir tað, at teir bróta seg út og leggja eftir tí, ið livandi er.

Suni Vinther, leiðari á politistøðini í Havn, váttar, at hetta er triðju ferð klagað verður um hundarnar undir Brúnni.

Og nú er líkt til, at okkurt fer at henda.

Suni Vinther visti í gjár ikki at siga, um hundaeigarin áður hevur fingið bót ella endurgjaldskrav, tá hundarnir hava gjørt fólki og fæi ónáðir. Tað sigur hundalógin, at eigarin kann fáa. Politiið hevur eisini heimild til at avsiga slíkar hundar.

Tað hjálpir ikki hundaeigara at skylda uppá, at tað eru børn, sum lata portur upp, so hundarnir sleppa út. Er tað frágreiðingin, hevur hundaeigarin ikki tamarhald á hundum sínum, sigur Suni Vinther.