Eitt 13 mánaðar gamalt barn var mikumorgunin illa bitið av einum rottweilara í Norra.
Lítla gentan fekk álvarsamar skaðar í aðra mjødnina, lærkrikan og lærið, og hon er framvegis innløgd á intensivu deild, eftir eina umfatandi skurðviðgerð mikudagin.
Àlopið frá hundinum hendi, tá mamma gentuna skuldi loyva einum rottweilara út í hundagarðin á økinum, har abbi lítli gentuna hevur eina hundaalistøð.
Mamman bar gentuna, men brádliga leyp rottweilarin á, skræddi gentuna frá mammuni og skammbeit hana.
Hundurin er nú avlívaður. Óvist er, hvussu verður við lítlu gentuni.