Hundurin stjelur yvirskriftina

NSÍ fekk í gjár eitt søguligt úrsligt, tá teir sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð megnaðu at fáa stig móti einum liðið úr Premier League. Men tað er ikki bara úrslitið, ið bretskir miðlar hava lagt merkis til – men eisini ein hundur.

 

« Ein maður og hundurin hjá honum hyggja, meðan Fulham spælir seg víðari «

 

Soleiðis ljóðar yvirskriftin á greinini um frálíka úrslitið hjá NSÍ hjá bretska blaðnum, Dailymail.

 

Ítróttarsíðan hjá Dailymail sæst HER

 

Inni í sjálvari greini er sjálv yvirskriftin broytt. Sæst HER

 

Eisini Mirrorfootball.co.uk staðfestur at ein hundur var til dyst á Svangaskarði í gjár. Teir skriva í endanum av greinini hjá sær, at tað vóru 1,245 áskoðarar og ein hundur á Svangaskarði í gjár!

 

Tann greinin sæst HER

 

Dysturin millum NSÍ og Fulham endaði við málleysum javnleiki. Fulham vinnur samanlagt 3-0.