Neyðhjálpin er byrjað at koma til vesturafrikanska landið Niger.
Her hevur turkur ført við sær, at ein triðingur av teimum 11,5 mió. íbúgvunum í landinum ikki fáa tann matin, tey hava tørv á.
Serliga hesa seinastu vikuna hevur ST merkt, at íkastið frá heimssamfelagnum er farið at gera mun. Hetta megnartak skal bjarga fólki í 100.000 tali serliga børnum frá hungursdeyðanum.
Børn ringast fyri
Ein teirra sum er við í hjálpararbeiðinum er norska Johanne Sekkenes.
- Børnini hava tað sera vánaligt, tá tey koma til klinikkir okkara. Tað er trupult at bjarga teimum, tí støða teirra er so vánalig.
- Mammurnar hava ofta gingið í tímar, tá tær koma fram, og tær eru haraftrat óttafullar fyri hinum børnunum, sum eru heima við hús, sigur Johanne Sekkenes í Læknar Uttan Landamørk við norsku tíðindastovuna NTB.
5 % doyggja
Læknar Uttan Landamørk hava bjargað 85 % av 12.000 børnum sum hava verið til lívbjargandi viðgerð. Men 5 % hava verið so veik, at tað hevur ikki verið gjørligt at bjarga teimum.
CARE og aðrar altjóða hjálparfelagsskapir eru eisini í holt við tað stóra arbeiðið sum tað er at bjarga mannalívum.
Niger varð rakt av turki og grashoppum sum oyðiløgdu ein stóran part av grøðini í fjør.
Eisini grannalondini Mali, Burkina Faso og Mauritania vórðu rakt av somu ólukkum. Í hesum londum eru í minsta lagi 1,6 mió. menniskju beinleiðis tørva rætta føði. Bara í Mali metir ST at í minsta lagi 1,1 mió. menniskju tørva mat í ár.