Hungursstungnir unglingar taptu í Georgia

Royndi venjarin sigur, at hann hevur ongan tíð upplivað so ússiligar umstøður, sum tær U-19 landsliðið hesa vikuna upplivir í Georgia

U-19 landsliðið

Mikukvøldið í síðstu viku átti Jógvan Martin Olsen sín part av framúr góða úrslitinum, sum landsliðið rakk í Hannover. Í hesi vikuni er hann við U-19 landsliðnum í Georgia, og tað er skjótt at staðfesta, at tað á nógvum økum er langt ímillum Hannover og Georgia.
A-landsliðið tapti bara 2-1 móti Týsklandi. U-19 landsliðið spældi týsdagin móti Ukraina, sum í fótbóltshøpi, sum á øllum øðrum økjum, er nógv veikari enn Týskland. Men Føroyar taptu 6-0, eftir at tað í steðginum hevði verið 4-0.
- Vit harmast allir um úrslitið. Teir vóru ivaleyst betri enn vit, men munurin var á ongan hátt seks mál. Nógv av málunum vóru bílig, og tað undirstrikar væl, hvussu týdningarmikið tað er, at liðið er mannað við góðari mannin á øllum plássum. Lítil munur var á, hvussu nógv teir og vit høvdu bóltin í fyrra hálvleiki, men teir vóru omaná. Fyrsta stóra hálva tíman eftir steðgin vóru vit sera væl við. Vit høvdu møguleikar, men vit komu ikki nærri enn at raka í stólpan, og so skoraðu teir tvær ferðir móti dystarenda, greiðir Jógvan Martin Olsen frá.
Í gjár hvíldu og vandu spælararnir. Í dag skulu teir spæla ímóti Belgia, sum í fyrsta dystinum vann 1-0 á Georgia.
- Øll liðini eru góð, so vit fáa ivaleyst at gera hósdagin og aftur leygardagin, heldur venjarin.

Øðrvísi uppgáva
Jógvan Martin Olsen hevur ábyrgdarmaður fyri yngru landsliðini síðani 1994, og síðani í 1996 hevur hann harafturat verið hjálparvenjari á A-landsliðnum. Hann hevur verið nógva staðni við ymsum landsliðnum, men hann sigur seg ongantíð hava upplivað slíkt, sum tað, teir nú eru í.
- Umstøðurnar eru so primitivar og vánaligar, sum eg ongantíð havi upplivað áður. Teir fyrstu dagarnar fingu vit lítið at eta, og tað, sum vit fingu, var einki at rópa hurrá fyri. Bústaðurin er ikki nakað vanligt gistingarhús. Kømurini eru smá, tað er skitið, og tað fuktar og luktar illa. Her er einki uppihaldsrúm, har vit kunnu halda fundir og annars hava samveru í, uttan hølið, har vit eta. Um dagin eru hitastigini 12-15, meðan tað um náttina er undir frostmarkinum. Tær fyrstu næturnar var eingin hiti á gistingarhúsinum, so vit lógu og skulvu í klæðum og dýnujakkum.
Er tað framvegis soleiðis?
- Vit kærdu týsdagin til UEFA, og mikunáttina var hiti í rúmunum. Vit fáa eisini meira at eta nú, enn vit fingu teir fyrstu dagarnar, men umstøðurnar eru framvegis soleiðis, sum eg ikki havi upplivað áður, sigur venjarin.
Hvussu er hýrurin?
- Uppgávan hjá mær og okkum, sum eru kring liðið, er at varðveita góða lagið sjálvir, og so at arbeiða við spælarunum, so teir ikki fara sinniliga í kjallaran. Tað er ein stór uppgáva, eisini tí 6-0 tapið var væl størri, enn vit halda, at tað var neyðugt, sigur Jógvan Martin Olsen at enda.
Føroyska liðið móti Georgia sá annars soleiðis út: Gunnar Nielsen ? Marni Djurhuus, Rasmus Nolsøe, Rani D. Christiansen, Áki Peteren (Jústinus R. Hansen, 55) ? Hanus Thorleifsson, Símun Samuelsen, Jann Ingi Petersen, Hans Pauli Samuelsen (Hanus Eliasen, 70) ? Bjarni Jørgensen, Rókur F. Jespersen (Magnus Skoralíð, 70)