Hurðasøla

Hedvig Westerlund-Kapnas

Í gjár kom ein ung kvinna og bankaði uppá hjá okkum. Hon bjóðaði okkum tekningar til sølu, sum hon sjálv hevur gjørt. Hon greiddi frá, at hon skal fáa myndlistafrálæru hjá einum listamanni vesturi í Vágum, og ætlar at fíggja sær uppihaldið í tveimum vikum við at selja myndirnar hjá sær.
Konan var vinarlig, høvisk, alt annað enn átroðk-andi, og myndirnar vóru fínar í mun til tað hon bað um sum prís. Tað gleddi okkum at kunna keypa eina og stuðla henni í frálæruni og gera møguligt at hon kundi fáa listamannakontaktir í Føroyum.
Nú lesi eg á portalinum, at viðkomandi er handtikin og situr í varðhaldsfongsli meðan avgjørt verður, um hon skal verða víst av landið.
Hvussu ógvisligar avleiðingar kann tað fáa, at royna at vinna smápening (200 kr fyri eina mynd, sum nógvar arbeiðstímar eru investerað í)? Hvar eru proportiónirnar? Hevur útlendingastýrið og fútan einki betri at fáast við?
Ikki ein vika gongur, uttan at onkur kemur framvið og roynir at selja okkurt - vanliga lutaseðlar. At ávara um onkur selur ólógliga er sjálvandi ein skylda hjá fútanum, men eg vóni at bløðini hava misskilt restina av søguna!