Hurð – dyr

Marjun Arge Simonsen, málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum

----
“Hon stendur í hurðini” ella “Hann er júst farin út gjøgnum hurðina” ella “júst komin inn gjøgnum hurðina” er vanligt at hoyra. Á eini heimasíðu stendur um ein stjóra, at hann hevði einki at missa, tí hann var “á veg út gjøgnum hurðina”, helst soleiðis at skilja, at hann skuldi gevast í starvinum.
Henda orðing ber ikki til, tí hurðin er plátan, ið gongur á hongslum í durunum og verður latin upp og aftur. Skulu vit út gjøgnum hurðina, mugu vit seta til síðis vanligar jarðiskar reglur, tí so fara vit gjøgnum heilt. Tað rætta er at fara út ella inn “gjøgnum dyrnar”. Dyr er “inngongd í hús ella rúm”, so tað er sjálvt opið. Men vit kunnu ganga “um hurðina”, tá ið vit fara um dyrnar.
Heldur ikki ber til at “standa í hurðini”, sum nógv siga. Tað má vera at “standa í durunum” ella “á gáttini”.
At fara “út fyri dyr” er at fara útum ella fara út um gáttina, t.d. alt, ið krúpa kundi, var farið út fyri dyr í tí góða veðrinum. Er veðrið ringt, ber til at siga, at "ikki er farandi út fyri dyr”.
Eitt tiltak er at “sópa fyri egnum durum” ella “sópa fyri sínum durum”, og tað merkir at hava sítt í lagi, áðrenn funnist verður at øðrum, t.e. taka í egnan barm.
“At laða upp í dyr” ella “laða upp í dyrnar” er eitt annað tiltak. Tað hevur støði í gamlari tíð, tá ið fólk máttu gevast at halda hús av neyð. Tað merkir at kasta frá sær ella gevast á hendur.
Ein nýgerð, ið er íkomin, er orðið “ein durur”. Tað er sprottið av orðinum “dyr” og merkir “lítil forstova”.
Ert tú í iva, er ikki at vera ráðaleys/-ur, tí til ber at sláa upp í Føroysku orðabók á: www.sleipnir.fo/obg/fob/fob.php