Í hesum døgum verður síðsta hondin løgd á fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið í superliguni. Fyrsta umfarið í landskappingini verður annað vikuskifti, og smátt um smátt fer at síggjast, hvussu venjararnir ætla, at teirra lið skulu síggja út.
Samansetta liðið millum Ikast og Herning, FCM, fyrireikar seg eisini, men í fyrradagin varð tað greitt, at ein tann besti maðurin hjá teimum verður komandi kappingarár ikki á teirra liði, men á einum av mótstøðuliðunum. Talan er um vinstra vongverjan Urmas Rooba, sum felagið hjá Toda Jónsson, FCK, keypti. Alment er ikki upplýst, hvat keypsprísurin var, men donsku fjølmiðlarnir halda seg vita, at FCK hevur rindað fimm milliónir til FCM fyri spælarar, sum nú er bundin at FCK inntil 30. juni í 2007.
Har du penge, så kan du få, men har du ingen, så må du gå, verður sagd í einum donskum barnasangi, og soleiðis er tað. FCK eigur nógvar pengar, og hevur tískil møguleika at keypa teir spælararnar, sum teir vilja hava. Sum hjá so mongum øðrum feløgum, so er ikki so nógv í kassanum hjá FCM. Í staðin fyri at góði vongverjin fer fyri einki, tá sáttmálaskeiðið hjá honum og felagnum er liðugt, hava teir nú fingið fimm milliónir, og so fáa teir sín part, um hann verður seldur víðari frá FCK.
Hesin Urmas Rooba er estlendskur landsliðsspælari. Hóast hann bara er 24 ára gamal, hevur hann spælt 41 landsdystir, og hann kemur upprunaliga úr Florin Talinn, sum eigur flestu spælararnar á landsliðnum ? um teir ikki eru farnir úr felagnum og til útlendsk feløg. Tað eru tvey ár síðani, at Urmas Rooba varð seldur úr Florin Talinn og til FCM.
? Vit hava saknað kvalifiseraðar eykamenn til vongverjarnar, tá skaðar og leikbann gera seg galdandi. Nú hava vit fingið ein tann besta í SAS liguni. Hóast hann bara er 24 ára gamal hevur hann stórar altjóða royndir, sigur Niels?Christian Holmstrøm, ítróttarstjórin í FCK.
At FCK júst nú hevur keypt ein vinstra vongverja afturat kemst av, at Peter Christiansen, sum hevur átt plássið, síðani Niclas Jensen varð selur til Manchester City, framvegis er knæskaddur. Hann varð skurðviðgjørdur, tá kappingarárið var liðugt fyrst í mai, men tað hevur ikki tikið seg væl upp, og nú verður roknað við, at hann skal á borðið eina ferð afturat.
Styrkja allar keturnar
Tá Hans Backe fyrr í ár gjørdist venjari í FCK, segði hann seg rokna við, at tað fór at verða neyðugt at keypa nýggjar spælarar til allar keturnar á liðnum. Fyri nøkrum vikum síðani keypti FCK miðvallaran Peter Nielsen úr Borussia Mönchengladbach, og teir siga seg ætla at keypa ein álopsspælara eisini:
? Vit halda ikki, at tað er akutt, men vit fylgja alla tíðina við, og um vit fáa eyga á ein spælara, sum vit halda er góður til okkara lið, so fara vit at keypa hann, sigur FCK venjarin.
Harvið leggur hann upp til, at m. a. Todi Jónsson kann koma í uppaftur størri kapping um pláss í FCK álopinum, enn hann higartil hevur verið í. Men tað kann eisini hugsast, at FCK ætlar at sleppa sær av við onkran álopsspælara.
Í gjárkvøldið skuldi FCK spæla venjingardyst í Helsingør ímóti Sheffield Wednesday. Todi var ikki í 17 manna hópinum, tí hann hevði onkrar trupulleikar í øklunum. Peter Møller var heldur ikki við, tí hann fekk ein snudd í høvdið, tá FCK leygardagin spældi í Oslo.
Fyrsti málverjin hjá FCK, Magnus Kilhlstedt, var heldur ikki í hópinum. Hann hevur síðstu vikurnar havt trupulleikar í lærinum. Hetta var orsøkin til, at hann heldur ikki var við í Oslo. Tað ljóðar annars í donsku og svensku pressuni, at málverjin kanska er á veg burtur frá FCK. AIK í Stokholm kann ikki semjast við málverjan, Daniel Andersson, um nýggjan sáttmála. Tí verður roknað við, at svenska høvuðsstaðarfelagið fer at skifta venjara, tá hetta kappingarárið verður liðugt í heyst. Svensk bløð siga seg rokna við, at AIK fer at keypa Magnus Kihlstedt, og felagið sigur, at teir hava hugsað um FCK málverjan.
Í FCK hava teir ongar viðmerkingar. Høvuðspersónurin sigur seg vera glaðan, tí tað eru onnur, sum hugsa um hann, men hann staðfestir, at tað eru tvey ár eftir av sáttmálaskeiðnum millum hann og FCK, og at hann fer at halda seg til sáttmálan.