Hurlivasi í Suðuroynni

?Rættiligur hurlivasi tók seg upp í Suðuroynni hósdagin, tá ið boð brádliga vórðu givin um, at Smyril slapp ikki at sigla meiri tann dagin. Nógvar neyðloysnir máttu tí finnast, tí heilt nógv fólk skuldi norður um fjørð aftur

 

Verkfall


Tað kom sum eitt slag mitt í solar plexus hjá nógvum fólki, tá ið útvarpið á miðdegi hósdagin boðaði frá, at Smyril varð lagdur og slapp ikki at sigla norður aftur til Havnar seinnapartin, sum hann átti.

Heilt nógvir norðingar vóru í suðuroynni hendan dagin. Trý fótbóltslið vóru í Suðuroynni og harafturat var nógv fólk eisini komið norðaneftir at fylgja Erningi Magnussen av Tvøroyri.

Og so vóru tað øll tey, sum bara skuldu norðureftir. Ikki minst kom fjáltur á onkrar av fótbóltsspælarunum úr AB, sum høvdu verið í Hvalba og sparka, tí teir skuldu til provtøku í gjáramorgunin og máttu tí norður. Tað kom eisini fjáltur á áttanda flokk á Tvøroyri, sum skuldi við Norrønu í gjáramorgunin, tí tey skuldu til Danmarkar í seturskúla. Eisini onnur høvdu gingu við pakkaðum kufferti og ferðaseðili til Norrønu í hondini og fingu døgverðan í rangastrúpan hendan góðveðurs hósdagin.

Harafturat vóru heilsølubilar og annað leyst og fast, sum helst vildu inn aftur á meginlandið seinnapartin hósdagin.

Tað er eisini søgan um porkeriskonuna, sum býr í Andorra. Seinastu 20 árini hevur hon verið heima einar 6-7 ferðir og tríggjar ferð er hon rakt av verkfalli og hevur verið noytt at finna alternativar loysnir fyri at sleppa til Havnar, so at hon slapp av aftur landinum. Og nú lá hon aftur føst í Suðuroynni og skuldi við Norrønu í gjáramorgunin.

Men sjálvdan eru fólk ráðaleys, tá ið tað leikar á. Tað vóru tey heldur ikki hesuferð.

Nógvar alternativir flutningsmøguleikar vórðu riggaðir til í eini handavending og á náttúrða høvdu fleiri bátar loyst frá landi í Suðuroy við kós ímóti Havnini, ella Sandoynni.

Eitt nú fóru bæði Rankin og Anita av Tvøroyri til Havnar og høvdu fólk við, m.a. skúlaflokkin, sum skuldi á seturskúla. Steintór fór eisini av Hvalba um seks tíðina við nógvum fólki. Umborð á Steintóri var eisini pláss fyri porkeriskonuni, sum skuldi til Andorra, so eisini hesuferð slapp hon avstað.

Somuleiðis kom útróðrarbáturin Vesturberg av Sandi eisini til Sandvíkar eftir fótbóltsspælarum, sum skuldi aftur til Havnar.

Summir avhesum bátunum løgdu dent á, at teir gjørdu ikki verkfalsrakt arbeiði, tí teir skuldu til Havnar kortini í ymsum ørindum, sum tað ikki bar til at fáa avgreitt í Suðuroy, nú verkfall er og so lótu teir fólk sleppa við. Eitt nú skuldi onkur til Havnar at taka kassar. Summir av bátunum høvdu ikki bjargingarútgerð til fólkið, men tað varð útvegað av ørðum bátum í oynni, so at tann parturin ikki lá eftir.

Síðani hevur Strandferðslan boðað frá, at Smyrli sleppur at loysa aftur í morgun.


Umhugsar endurgjald

Í gjár visti útvarpið at siga, at Strandferðslan var farin at rokna eftir, hvussu nógv hon hevði mist av inntøkum av verkfallinum.

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni segði, at tey høvdu mist rættiliga nógvar inntøkur, tí skipini sluppu ikki at flyta farm og nú misti Smyril eisini inntøkur av ferðafólki.

Hann segði, at kanska fór Strandferðslan at krevja Føroya Arbeiðarafelag eftir endurgjaldi fyri missin.