Týskvøldið 7. oktober klokkan 19.00 letur Ítrivslonin í Skopun upp. Her fara allar kvinnur í oynni at kunna koma saman júst, tá tær vilja, at veva, binda, fáa sær ein kaffimunn ella bara at hittast.
– Vit hava eisini tann tankan, at hetta skal skapa samanhald millum kvinnur í oynni, sigur Bjørt Hentze, ein av stigtakarunum.
Hon leggur dent á, at Ítrivslonin er til ALLAR kvinnur úr ALLARI oynni.
Skopunar kommuna leigar høli til Ítrivslonina, sum annars byrjaði, tí tvær kvinnur saknaðu eitt stað, har tað bar til at seta vevar upp.
Bjørt Hentze og Heiðrún Hansen ynsktu sær eitt stað, har fleiri vevar kundu standa, so tað bar til at læra av hvørjari aðrari. Men skjótt komu tær til, at tað var enn betri at fáa eina “konustovu”, har tað bæði bar til at veva, sita og binda, seyma – ella onki hondarbeiði, men bara koma saman.
Hetta hugskotið løgdu tær fyri Skopunar kommunu, sum at kalla straks tók tað til sín og játtaði at leggja høli til. Kjallarin í einum sethúsum, sum fyrr hevur verið brúktur til spælistovu til børn, var eitt ideelt stað, og leiguavtala varð gjørd.
– Vit ætla at koma saman at veva, binda – og bara at hugna okkum saman, sigur Heiðrún Hansen.
Ein nevnd stýrir Ítrivslonini. Í nevndini eru higartil Bjørg Mohr, Marna Skylv Sørensen, Heiðrún Hansen og Bjørt Hentze. Pláss er fyri minst einum nevndarlimi afturat, lata tær heilsa.
Frá Sandoyar Meginskúla vórðu vevar læntir. Teir verða í løtuni settir í stand, og í heyst fara sjey vevar tilsamans at vera tøkir í Ítrivslonini. Vevarnir verða til allar at brúka eftir tørni.
Ætlanin er ikki at hava fastar upplatingartíðir, men heldur at lata fólk brúka hølið, tá tey hava hug. -Vil onkur sleppa at veva til dømis fyrrapart, so lænir hon sær ein lykil frá einari í nevndini. Og vit ætla eisini at gera ein Facebook-bólk, so aðrar síggja, nær onkur ætlar sær at fara, og kunnu fara eisini, sigur Bjørt Hentze.
Kaffi og køku skiftast brúkararnir um at taka við sær – sum tað nú liggur fyri.
EIN strong regla verður, og hon er, at børn hava onga atgongd. Allar mugu kunna vera vissar í, at tað, sum stendur í vevunum og annars liggur frammi, fær frið.
Sum frálíður væntar nevndin at kunna bjóða lærarum at halda skeið í Ítrivslonini, eins og hon er opin fyri hugskotum frá brúkarunum.
Ítrivslonin er at finna á Tunguvegi 51og letur sum sagt upp týskvøldið 7. oktober klokkan 19.00. Øll eru vælkomin.