Húsavikingur snýtti alt og øll

Kappróður, 8-mannafør: Framdi størstu sensatiónina higartil í hesum kappróðrarárinum

Tá argjamenn, miðvingar og hinir, sum mannað 8-mannaførini, kappaðust á norðoyastevnu, var tað ikki heilt greitt, um Húsavíkingurin fór at taka lut í kappróðrinum í 1998. Teir høvdu boðað frá luttøku í FM kappingini, men teir meldaðu frá til norðoyastevnuna.

Síðani tá hava teir tikið lut á Skálafjarðarstevnu og Sundalgasstevnu, men samlaða úrtøkan var bara tvey stig, og tað var einki, sum bendi á, at hesin báturin, sum ongantíð áður hevur vunnið ein tann einast róður, skuldi seta hinar bátarnar uppá pláss suðuri í Vági.

Argjabáturin, Miðvingur, Kvívíkingur og Knørrur høvdu undan jóansøkuni drigið mest til sín, og tað varð mett, at tað serliga fóru at vera teir báðir fyrst nevndu, sum fóru at gera mest um seg.

Tað vóru eisini Argjabáturin og Miðvingurin, ið fingu besta startin, og tá málið var hálvrunnið vóru ábendingar um ein sera spennandi róður, har Ørvur og Húsavíkingur høvdu lyndi til at blanda seg uppí kappingina.

Argjabáturin tóktist kortini at fara at gerast tann drúgvasti, og tann einasti, sum trý hudrað metrar úr málinum kundi geva honum kapping, tað var Miðvingur, og tað vil siga, at talan var um somu bátar, sum í hinum róðrunum høvdu sligið tónan ann.

Men so var tað altso, at Húsavíkingurin gjørdi ein sovornan vørr, sum eingin hevur sæð hann gjørt áður. Hann lá ytst á fjørðinum. Millum róðrarfólki var nakað av tosi um, at bátarnir, sum lógu ytst, tóktust hava fyrimun, men tað skuldi serliga vera í startinum.

Teir umborð á Húsavíkingi høvdu vant í seks vikur, men hóast aðrir mundu hava vant í tvífalt so langa tíð, so vóru teir umborð á Húsavíkingi teir treystastu, og teir vunnu við einari hálvari bátslongd aftur til Ørvin, sum rakk sínum besta úrslitið higartil í ár, og sum pyntaði eitt sindur um merkisvert løku úrtøkuna hjá Havnar Róðrarfelag á jóansøku og sum heild í hesum róðrarárinum.

Húsavíkingur venur á Havnarvág, og fleiri teirra, sum manna bátin, hava verið við undanfarin ár. Har eru eisini onkrir, sum áður hava verið við til at manna Havnarbátin og Kjøl, so teir vita, hvat tað snýr seg um. Men tað var óvæntað, at teir vunnu, og tað ger kappingina á teimum báðum stevnunum, sum eru eftir, uppaftur meiri spennandi.

Munurin millum seks teir fremstu bátarnar var ikki størri enn so, at alt bendir á, at tað verður sera tætt millum 8-mannaførini á Miðvági og á ólavsøku.