Húsið hátíðarheldur 18 ára stovningardag

Ungdómshúsið í Klaksvík, Húsið, hátíðarheldur í hesum døgum 18 ára stovningardag

Í kvøld verður opið hús í Húsinum. Beinta Á. Gregersen, leiðari, vónar at síggja fleiri av teimum, sum hava verið knýtt at Húsinum hesi 18 árini.

 

Hjá teimum ungu er 18 ára føðingardagurin ein stórur dagur, tí verður eisini gjørt nógv burtur úr, nú Húsið er blivið myndugt.

 

Klokkan 19.00, 20.00 og 21.00 verða konsertir við Anua og Adrenaline. Hetta eru bólkar, sum eru sprotnir úr Listarokinum.

 

Listarokið er eitt tilboð í Húsinum, sum skal stuðla undir nýggjum tónleikarum innan rútmiskan tónleik. Listarokið er skipað so, at børnini og tey ungu fáa 45 minuttir við solo undirvísing um vikuna við tí ljóðføri, sum tey eru áhugaði í.

 

Týsdagin blivu børnini og tey ungu, sum eru knýtt at Húsinum, boðin í føðingardag við kakao og bollum, og í dag klokkan 17 verður Húsið opið fyri øllum.

 

##med2##