Húsvognar sleppa inn mánadagin

Hósdagin fara fyrstu nøvnin á pallin, men longu í morgin sleppa campingvognar á Summar Festival

Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at gera stóra campingøkið klárt til gestirnar á Summar Festivalinum. Og gongur sum ætlað, letur campingplássið upp mánadagin kl. 13.00.


Í ár er eitt campingøkið afturat tikið í brúk, so enn fleiri húsvognar kunnu koma á festival. Hetta økið liggur beint við svimjihøllina og er eisini tætt við festivaløkið

Árið í ár er seinasta árið, at útfyllingin á Sandinum kann brúkast til campingvognar. Orsøkin er, at íbúðir skulu byggjast á útfyllingini, og arbeiðið við hesum byrjar beint eftir Summar Festivalin.

 

Tí verður tað komandi ár ein avbjóðing at kunna hýsa eins nógvum húsvognum, sum tað annars hevur borið til, skriva fyriskipararnir av Summar Festivalinum.