HUXA og Guðrið Hansdóttir í Miðlahúsinum

Tín útbúgving - títt val Týskvøldið kl. 20.00 skipar ungdómsfelagið hjá Fólkaflokkinum fyri einum tiltaki í Miðlahúsinum.

 

Á skránni verður viðgerð av uppskotum viðvíkjandi føroysku miðnámsskúlunum.

Við kjakborðið vera:

Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum,

Jan Mortensen, Stjóri í Vinnuhúsinum,

Annika Olsen, lærari á miðnámsskúla,

Rúni Heinesen, stjrói á Tekniska Skúla í Klaksvík og

Bjørk Olsen, Forkvinna í HUXA og miðnámsskúlanæmingur.

 

Eisini verður Guðrið Hansdóttir, sum í løtuni liggur sum nr. 1 á 15 teimum bestu, at síggja í Miðlahúsinum. Guðrið hevur fyri stuttum givið fyrstu fløguna ?Love is Dead? út, sum hon hevur fingið sera góð ummælir fyri.