Sjálvt á Tórsvølli móti Føroyum megnaði Mario Balotelli, hóast bara fimm minuttir á vøllinum, at skapa yvirskriftir í fótbóltsheiminum. Tó ikki fyri síni frálíku fótbóltseginleikar, men heldur tí hann, sum so oftani fyrr, gjørdi okkurt býtt uttanfyri vøllin. Ta ferðina fyri at vísa sínum Ipad ov stóran áhuga í hálvleikinum.
Sunnudagin var støðan ein onnur. Hann fekk álitið í álopinum saman við Sergio Aguero. Saman við David Silva vóru teir tríggir teir fremstu hjá Manchester City, sum vann ein søguligan stórsigur á Manchester United á sjálvum Old Trafford.
Italia ella Ghana
Mario Barwuah er føddur 12. august 1990 í Italia. Foreldrini eru tilflytarar úr Ghana, men longu sum trý ára gamal valdi familjan at lata hann flyta til eina fostur familju. Mario var illa sjúkur sum ungur og Barwuah familja segði eg ikki hava møguleikarnar og pengarnar at geva Mario eitt lív, sum Balotelli familjan kundi.
Sum 15-ára gamal fær Mario sáttmála við Lumezzane og árið eftir royndarvenur hann við spanska FC Barcelona. Tað endar tó við, at Super Mario, sum hann eisini verður kallaður, skrivar sáttmála við Inter Milan í 2006. Fyrstu tíðina er venjarin hjá honum Roberto Mancini.
Inter Milan,
Italia og rasisma
Um ársskiftið 2007/08 byrjar Mario av álvara at gera um seg millum teir vaksu. Hann spælir sín fyrsta dyst fyri Inter Milan, gerst tann yngsti Inter málskjúttin í Champions League og gerst italskur ríkisborgari. Umframt tað, so broytur hann navn til Mario Balotelli, Sambært bretskum fjølmiðlum, so hevur uppruna familjan hjá honum stríðst fyri at fáa samband við hann aftur.
Tað dámar ikki øllum, at Mario Balotelli nú kann umboða italska landsliðið. Fleiri ferðir eru rasistisk róp at hoyra kring leikvøllirnar í Italia.
Eisini í Inter Milin er balada, men henni stendur Mario Balotelli sum oftast fyri sjálvur. Sjálvt ikki táverandi Inter Milan venjarin, José Mourinho, megnar at fáa tamarhald á unga framherjanum, sum verður útihýstur úr hópinum upp til fleiri ferðir, tí hann ikki dugir at uppføra seg ella ikki gevur seg nokk í venjing. Hann megnar millum annað eisini at møta upp til eina sjónvarpssending í AC Milan troyggu, sum eru grannar og arvafíggindar hjá Inter Milan.
Seinasti dropin kemur í Champions League hálvfinaluni móti Barcelona, tá hann í øðini tveitur Inter Milan troyggjuna á vøllinum, tá dysturin er av. Inter Milan viðhaldsfólkin, venjarin og leiðslan hava endaliga fingið nokk av Mario Balotelli.
Manchester City,
reyð kort og dart pílar
Á 20-ára føðingardegnum skrivar hann sáttmála við Manchester City. Hann er ikki meir enn lendur í Manchester, tá fjølmiðlarnir eru á tremur við tilfari um unga italiumannin, ið Roberto Mancini hevur goldið áleið 200 milliónir krónur fyri.
Hann skuffar heldur ikki og longu aftaná nakrar fáar dystir hevur hann skotið fleiri mál, fingið tvey reyð kort og sagt at hann leingist aftur til Milan og veit ikki hvør Jack Wilshere er.
Øll hava eina meining um hann og hvørja ferð hann er á vøllinum verða avrikini hjá honum granska av øllum fótbóltsserfrøðingum kring heimin.
Millum hendingarnar uttanfyri vøllin eru eitt bilóhapp, kastar dartpílar eftir viðleikarum á venjingarstøðini, verður sæddur saman við Mafia fólki í Italia, umframt at myndir av honum, har hann roynur at lata seg í ein venjingarvest undir upphiting fara heimin runt.
Bál og mál
Leygarmorgunin er aftur gali. Sløkkiliðini er á vitjan hjá Mario Balotelli, har eldur er í. Onkrir fjølmiðlar vilja verða við, at onkur í húsinum hevur spælt við fýrverk á vesinum, tó ikki Mario Balotelli sjálvur.
Eitt gott døgn seinni velur Roberto Mancini, ið eisini var venjarin hjá honum ein yvirgang í Inter Milan, at lata hann byrja inni. Úrslitið er tvey mál og upphavsmaður til reyða kortið hjá Manchester United miðverjanum, Johnny Evans.
Av fleiri orsøkum verða eyguni altíð send eftir Mario Balotelli og hansara máti at svara upp á tað er at vísa eina T-shirt eftir 1-0 leiðslu málið, har tað stendur; »Why Always Me?«
– Soleiðis er Mario. Hann er ikki sum hini, men eg elski hann alíkavæl, tí hann er ein góður drongur. Eg veit ikki hvat hendi við fýrverkinum, men eg eri bara glaður fyri at einki hendi honum. Nú liggur hann og svevur á gistingarhúsinum, segði Roberto Mancini eftir dystin.
Í dag er Mario Balotelli á forsíðunum fyri síni fótbóltseginleikar, men spurningurin er hvussu leingi tað verður til hann aftur ger okkurt býtt, ella um hann er um at blíva vaksin.