Hví brúkar landsstýrið ikki sjálvsavgerðarrættin?

Heldur enn at gera sjálvsavgerðarrættin til ein retoriskan spurning, sum heldur lív í einum endaleysum orðadrátti, so stendur tað sitandi samgongu og landsstýrið púra frítt at gera brúk av sjálvsavgerðarrættinum her og nú.

 

Jóannes Eidesgaard

???????????????????


Heldur enn at gera sjálvsavgerðarrættin til ein retoriskan spurning, sum heldur lív í einum endaleysum orðadrátti, so stendur tað sitandi samgongu og landsstýrið púra frítt at gera brúk av sjálvsavgerðarrættinum her og nú. Er tað tykkara ynski at fremja loysingina, so er tað hvørki Føroya Løgting ella Fólkatingið, sum vil forða tykkum. Tit eiga meirilutan á Løgtingi og hava fingið tilsøgnina frá øllum Fólkatinginum.

Hvat er tað, sum sitandi samgonga og sitandi landsstýrið ræðist? Ongantíð fyrr hevur loysingin ligið so greið, sum beint nú. Men tað er sum um, at landsstýrið við ljós og lykt leitar eftir undanførslum, so teir sleppa undan at fremja loysingina, sum teir annars til alla aðra tíðir siga er teirra hægsta ynski. Ræðast teir nú málið?

20. apríl samtykti ein meiriluti á Løgtingi at farast skuldi undir eina miðvísa fullveldisætlan, meðan upprunaliga ætlanin frá 1998 var jú, at fullveldið skuldi fremjast í hesum valskeiðnum. So hetta er eisini í tráð við samgonguskjalið hjá sitandi samgongu. So Løgtingið kann ikki verða ein forðan, tí samgongan eigur jú meirilutan á tingi.

Seinasta ónsdag fingu vit greiðu boðini frá einum samdum Fólkatingi, at er tað loysingina, føroyingar ynskja, so vil sami breiði meiriluti stuðla ætlanini. Viðtøkan, sum varð gjørd í samband við spurnarorðaskiftið sigur m.a.: "Folketinget tilkendegiver, at det er den færøske befolkning, der afgør Færøernes fremtidige tilknytningsforhold til Danmark. Det gælder såvel et ønske om at etablere en suveræn stat som et ønske om at udvikle samarbejdet inden for rigsfællesskabet." So Fólkatingið kann heldur ikki verða ein forðan.

Stjórnin hevur haraftrat manga ferðir sagt, at ynskja føroyingar loysing, so fáa vit loysingina. So stjórnin er heldur ikki ein forðan.

Tá menn í landsstýrinum hava havt so ilt við at kunna góðtaka tað, sum grundlógin sigur um loysingina, m.a. at henda skal góðkennast av stjórnini og einum meiriluta á Fólkatingi, so er hetta bert at síggja sum tann reini formalitetur, tí breiði meirilutin á Fólkatingi og stjórnin hava givið teirra tilsøgn. Har liggur so eingin forðan.

So vegurin liggur greiður, um vilji er at fremja málið.

Men í staðin fyri at vera maður fyri sítt orð og taka loysingina, so rennur landsstýrið nú undan sínum egna politiska ynski - rennur undan málinum. Í staðin fyri at fara til arbeiðis, so uppfinnur man ymiskar retoriskar undanførslur. Og sjálvandi fáa øll onnur enn teir sjálvir skyldina fyri, at einki hendur.

Er tað ikki Javnaðarflokkurin og andstøðan, so er tað danska stjórnin ella Fólkatingið, meðan veruleikin er, at tað stendur landsstýrinum frítt at fremja loysingina. Er tað dirvið sum bilar monnum?

Eftir er bara at fáa Føroya fólk at taka undir við ætlanini. Sambært landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum so er tað als eingin trupulleiki.

Setið nú ætlanina í verk, so vit kunnu koma víðari burturúr hesi naggatódnini, føroyskur politikkur er komin í!

Treytin við fýra ára skiftistíð kann neyvan verða nøkur forðing. Við stórum yvirskoti í Landsbankans likviditeti og við at selja almennu ognirnar, so er búskaparligi parturin sambært tykkum sjálvum als eingin trupulleiki.

Tykkara ivi og drálan fær okkum onnur at spyrja, um alt hetta í seinasta enda bert er ein sjónleikur? Tit vilja hava loysing, loysingin liggur greið, men her hendir einki annað enn orðadráttur og skuldsetingar. Er hetta tað viljaloysið, sum eftirtíðan eftir øllum at døma man fara at skíra tykkara tørvandi avreksverk.

Tykkara vitjunnartíð er nú, loysingin hevur ongantíð ligið greiðari, avgerðin er tykkara. Vit onnur kunnu bert siga, at vit halda avgerðina vera skeiva. Men hesum eru tit ikki samdir við okkum í - ella eru tit kanska samdir innast inni?

Tað kann væl ikki hugsast, at landsstýrið ræðist eina fólkaatkvøðu um loysingina - ræðist fólksins dóm? Um tað er so, at landsstýrið ræðist fólksins vilja, so er tíðin búgvin til at útskriva løgtingsval, so vit kunnu fáa eina arbeiðsføra samgongu.