Hví eg luttók í Pride skrúðgonguni, og hví tú eisini áttið at komið við

Matthew Workman
----

Í fjør var eg eitt av teimum túsundtals fólkum, ið gjørdist heilt ovfarin av stóru mannamúgvuni, sum luttók í og eygleiddi Faroe Pride skrúðgonguni. Eg var har, tí eg ætlaði at taka uppá til mína internetsending, Faroe Islands Podcast, men fjøldin, sum var komin saman at stuðla LGBT felagsskapinum í Føroyum, dró meg við sær.

Í juni í ár gekk eg við í Pride-gonguni, har eg búgvi í Portland, Oregon, USA, og tað var eitt ótrúligt upplivilsi. Hví luttók eg í skrúðgonguni, og hví eigur tú eisini at koma við? Lat meg greiða nærri frá...

Trúgvandi mormonor, ið vilja byggja brýr
Eg eri limur í einum kristnum trúarbólki, sum eitur Church of Jesus Christ of Latter-Day Saints, men vanliga verða vit nevnd mormonar. Hóast mín trúarbólkur varð hildin at vera rættiliga víðgangandi fyri eini øld síðan, so eru mormonar í dag kendir fyri at vera politiskt konservativir. Eisini eru teir kendir fyri at duga sera væl at samskipa og savna pengar inn, og á henda hátt stuðlaðu teir einum lógaruppskoti í Kalifornia (Proposition 8), sum bannaði samkyndum hjúnalagi í hesum amerikanska statinum í 2008 (í summar avgjørdi hægsti dómstólurin í USA tó, at hetta lógaruppskotið var í stríð við amerikansku grundlógina).

Í ár luttók eg í skrúðgonguni í Portlandi saman við einum bólki av mormonum, sum virka undir heitinum Mormons Building Bridges (mormonar byggja brýr). Hesin bólkurin heldur at okkara kirkja eigur at taka betri ímóti LGBT-brøðrum og -systrum okkara.

Hóast eg havi nógv samkynd vinfólk, og júst hevði frætt, at eitt systkinabarn mítt var lesbisk, so var tað ikki lætt at gera av at luttaka í skrúðgonguni. Eg visti at fleiri vinir og kenningar, sum eg gangi í kirkju við, kanska fóru at tað illa upp. Tað var greitt, at eg fór at noyðast at svara mongum spurningum, og at summir javnlíkar mínir enntá kanska fóru at síggja meg sum ein “fremmandan”.

Somu vendingar sum fyri hundrað árum síðani
Hví gjørdi eg tað so? Fyrst av øllum tí eg hoyrdi, hvussu fólk tosaðu um samkynd, og so kendi eg onkrar vendingar aftur. Samkynd parløg vórðu kallað “ónáttúrlig”, ein “synd móti Gudi”, ein “hóttan móti sonnum hjúnabondum og familjum”, sum “kundi føra til at fólk fara at giftast við djórum.” Júst somu orð vórðu nýtt um mítt fólk, tá vit framvegis høvdu okkara serliga slag av hjúnabandi: fleirgiftu. Mormonar góvust við fleirgiftu seint í 19. øld, og eg má viðganga, at eg gleðist um, at eg ikki at livdi tá. Eg havi eina konu, hon er ófør. Mær tørvar ikki fleiri.

Men tá mormonar giftu seg við fleiri konum, so nýttu tey, ið vóru ímóti hesum, tað sum grundgeving fyri at jagstra okkum sum djór. Ja, tað var loyvt at drepa ein mormon í amerikanska statinum Missouri heilt fram til 1976. Í roynd og veru so ásetti lógin, at komst tú fram á ein mormon, so SKULDI tú drepa hann.

So tá eg hoyri, hvussu summi málbera seg í dagsins kjaki um rættindini hjá samkyndum, so veit eg, hvagar tað kann føra. Og sum kristin havi eg eina moralska skyldu at virka ímóti hesum.

Borgararættindastríði hjá okkara ættarliði
Nú eg síggi LGBT-systrar og -brøður mínar stríðast fyri teimum rættindum, sum eg longu havi, skilji eg, at stríðið fyri javnrættindi til LGBT-arar endurspeglar væl stríðið hjá littu landsmonnum mínum í fimti- og sekstiárinum. Hetta er veruliga eitt borgararættindastríð fyri okkara ættarlið og fyri okkara samtíð.

Tá eg endurskoðaði gerðir mínar seinastu árini, so byrjaði eg at síggja meg sjálvan fylgja mynstrinum hjá teimum liberalu hvítu í rasuskildu suðurstatunum í Amerika í hálvtrýssunum. Tey vóru ímóti rasuskilnaði og hvussu tey svørtu vóru viðfarin, men tey hvørki gjørdu ella søgdu nakað. Tey vóru vís í, at støðan fór at broytast fyrr ella seinni. Tey gjørdu einki, ikki tí tey vóru ónd, men tí tey ikki vildu gera um seg. Tey vildu ikki fornerma grannarnar, tey vildu ikki missa status í samfelagnum.

Støðan broyttist, men ikki so skjótt, sum hon kundi havt broytst, um tey samhugaðu hvítu høvdu hjálpt til.

Tá vit nú líta aftur um bak, noyðast hesi fólkini at svara spurningum frá sínum børnum, ommubørnum og abbabørnum: “Hvat gjørdi tú, tá borgararættindastríðið stóð á í trýssunum?”

Um stutta tíð fara børn míni at seta mær sama spurning um stríðið fyri rættindum teirra samkyndu í dag. Eg visti, at eg ikki var nøgdur við mítt svar. Tí luttók eg í Pride-gonguni.

Hvat hevði Jesus gjørt?
Í síðsta enda var tað Jesu lærdómur í Bíbliuni, sum fekk meg at luttaka. Í Fjallaprædikuni býður Jesus okkum: „Dømið ikki, fyri at tit skulu ikki verða dømd!” (Matteus 7:1) Seinni segði Jesus at: “hitt stóra og fyrsta boðið” var at elska Gud (Matteus 22:37-38) og bað okkum síðani; „elska næsta tín sum teg sjálvan.“ (Matteus 22:39)

Stutt sagt so trúgvi eg á ein Gud, og eg trúgvi, at eg fari at standa til svars fyri mínar gerðir í hesum lívi. Eg trúgvi at dómurin fer at handla um at svara hesum báðu einføldu spurningunum: hvussu vísti tú Gudi kærleika tín, og hvussu vísti tú, at tú elskar brøður og systrar tínar? Ongastaðni í hesum dóminum fer Gud at spyrja: “Hvussu nógv hevur tú gjørt fyri at kúga tey samkyndu?”

So eg luttók í skrúðgonguni. Eg gekk við fyri vinfólk míni, fyri trúgv mína, og fyri familju mína.

Tað átti tú eisini at gjørt leygardagin.