Hví fórt tú við Sveinur?

Linda Andrews kennir betri enn nakar annar til støðuna, Sveinur er í júst nú. Hon hevur verið í gjøgnum X Factor-maskinuna, tá hon sigraði í 2009.
– Tað er ein ógvuliga óverulig støða, Sveinur er í nú. Alt er so kompakt og so konsentrerað kring hann. Sveinur livir í eini lítlari verð, har alt snýr seg um X Factor. Samstundis hendir alt møguligt rundan um hann, sum hann ikki megnar at sodna. Tí skalt Sveinur fokuserað uppá tað, hann skal í kvøld og einki annað, metir Linda.
Og sambært songkvinnuni er fokus lyklaorðið hjá Sveini.
– Sveinur skal læsa av. Tú megnar ikki at fyrihalda teg til alt kortini. X Factor er tað størsta miðlashowið í Danmark. Tað kann væl vera, at tú heldur, at tað ikki var tað, tú meldaði teg til, men soleiðis er tað bara. Tí skal Sveinur fokusera og minnast til, hví hann valdi at fara við av fyrstan tíð, sigur Linda, ið hevur góðar vónir fyri Svein í kvøld.
– Eg trúgvi, at hann hevur góðar møguleikar, tí hann syngur væl og er einsamallur við sínum stíli. Men Sveinur skal av álvara markera seg. X Factor er ein sangkapping, men tað er sanniliga eisini ein sjónvarpskapping. Tí ræður um at hava sjónvarpstokka og vit skulu merkja hansara persónligheit gjøgnum sjónvarpsskíggjan, sigur Linda Andrews.