Landsliðsvenjarin var ikki blíður, tá fyrrapartsvenjingin var av í fyrradagin. Hann hevði undan fráferðini til Litava boðað vertunum frá, at hann ætlaði at venja klokkan seks hóskvøldið, og tað vísti segb ikki at vera nakar trupulleiki. Men eftir at venjingin hósmorfgunin var liðug, komu boð um, at tað fór ikki at lata seg gera at venja, tí klokkan seks er myrkt, og eingin vøllur við ljósmastrum var tøkur. Boðini komu alt annað enn væl við hjá føroyska venjaranum, og tað fjaldi hann ikki yvir.
? Men tað nyttar ikki at øsa seg. Eg havi verið so ofta í kommunistisku londunum í Eystureuropa, og eg veit ikki annað um, enn at tað eru trupulleikar av hasum slagnum. Vit mugu bara staðfesta, at sjálvt um politiska skipanin er broytt, so hanga nógvar av hasum ónollunum uppií, staðfesti venjarin og sipaði eisini til, at gistingarhúsið hevði ilt við at fylja matarskránni, sum læknin hjá føroyska liðnum, Jens Pauli Marstein, hevði sent yvir higar undan frá ferðini
Allan Simonsen harmast um, at hann ikki hevði fingið boð um, nær tað ikki bar til at venja, tí so hevði tað borið til hjá honum at broytt skránna.
? Tað ber ikki til at flyta venjingartíðina fram, tí tað er so kalt, og harvið er vandin fyri skaðum stórur. Skal vandin fyri vøddaskaðum haldast niðri, so er neyðugt, at spælararnir hvíla nakrar tímar.
Fáa sinnið við
Fyrrapartin í gjár var eingin venjing. Tá vóru spælararnir inni í miðbýnum og hugdu seg um. Í gjárkvøldið klokkan 20 skuldu teir venja á stadion, har dysturin verður spældur í kvøld klokkan 20, sum er tað sama sum klokkan 19 føroyska tíð. Fyrrapartin í dag er aftur ein løtt venjing á skránni.
Allan Simonsen sær tað meiri týdningarmikið, at spælararnir hvíla nógv á hesi ferfðini, enn hann so ofta áður hevur gjørt. Eitt er, at talan er um tveir tættar dystir. Royndirnar frá tí eru, at tað knýpir við orkuni í seinna dystinum. Tað sást t.d. tá Slovakia og Spania vóru á Svangaskarði við fýra daga millumbili um mánaðarskiftið august-september í 1996. Eitt annað er vandin, sum lúrir í, at kappingin heima á landi er lokin.
? Spælararnir eiga at vera í fullgóðari venjing, men tað hevur ofta víst seg, at evnini atg savna seg um eina uppgávu minka, tá tú ert liðugur við tgað, sum tú í langa tíð hevur ofra nógva orku og nógva tíð uppá. Eg síggi ei vanda í hesum, og tí syrgja vit fyri nógvari hvíld.
Allan Simonsen vísir ikki á dømi í hesum smabandi, men avrikið í Estlandi fyrst í juni vísti týðuliga henda vandan. T.d. vóru bæði Julian Johnsson og Todi Jónsson akkurát lidnir við kappingarnar í Noregi og Danmark, og teir høvdu sera ilt við atg seta seg upp. Nú eru tað heimligu spælararnir, ið eru í hesum sama vandanum.
Sama liðið
Allan Simonsen roknar kortini við, at avrikið fer at vera gott. Hann heldur, at lærdómurin frá stórtapinum í Estlandi fyri fýramánaðum síðani framvegis svíður, og hvørki hann ella spælararnir eru hugaðir í at koma í somu støðu aftur.
? Seinnapartin í dag fara vit at hyggja at dystinum millum Skotland og Litava, men vit vita longu frammanundan, at uppgávan í annaðkvøld verður torfør. Eitt lið, sum bæði hevur megnað javnleik móti Danmark og Skotlandi hevur avgjørt víst sína styrki, segði landsliðsvenjarin fyrrapartin í gjár.
Sær sjálvum líkur vildi hann ikki siga so nógv um føroysku uppstillingina, men tað liggur í luftini, at talan verður um sama liðið, ið tapti tepurt móti Kekkia. Allan Mørkøre er ikki við hesa ferð, men Sámal Joensen er við aftur, og hann kemur innaftur á liðið. Og tað vil siga, at tað vera hesir ellivu, sum fara at standa rætt úti á vøllinum í annaðkvøld, tá tjóðsangirnir vera spældir: Jákup Mikkelsen - Pól Thorsteinsson, Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Henning Jarnskor - Sámal Joensen, Julian Johnsson, John Petersen - Uni Arge, Todi Jónsson.