Hergeir Nielsen
??????
Tað fer at vera at hálvum ári síðan, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, saman við øðrum samgongumonnum fór til Suðuroyar at bjóða út almenn arbeiðspláss á røktarøkinum.
Fortreytin fyri hesum arbeiðsplássum var eitt ellis- og røktarheim, og tað tykist draga út við einari loysn á hesum máli.
Miðað varð eftir einum 35 arbeiðsplássum, og ganga nú øll hesi mongu fólk bara og bíða eftir landsstýrismanninum, sum ikki sær seg føran fyri at stovna bara nøkur fá av teimum.
Tørvur er á náttarvaktum og økisterapi. Sjúkrasystrar, fysio- og ergoterapeutar ganga arbeiðsleysir, og stórur tørvur er á vanligum røktararbeiði sambært landsstýrismannium.
Hóast hesi arbeiðspláss saktans kunna mannast heima hjá fólki, sum hava tørv á røkt, so hendir snøgt sagt einki í Suðuroynni.
Økisterapi er sett á stovn í Havn og á Sandoynni, og náttarvakt í Eysturoynni, men einki í Suðuroynni.
Landsstýrismaðurin frávaldi at keypa hús til sinnisveik í Suðuroynni, har tørvurin var stórstur. Hann valdi aðra loysn, sum ikki bøtti um tørvin har suðuri, og einki arbeiðspláss gav tann vegin.
Landsstýrismaðurin hevur tíverri eisini frávalt at skipa náttarvaktir og økisterapi í Suðuroynni, har tørvurin er stórur, og har nógvar tómar hendur eru tøkar.
Tey sum hildu, at landsstýrismaðurin og samgongan fyrst og fremst hugsaðu um arbeiðsloysi, tá ið teir bjóðaðu suðringum eitt ellis- og røktarheim til 35 starvsfólk, eru lumpaði so tað brakar í.
Tá landsstýrismaðurin á tingfundi onsdagin 2. mars varð spurdur, hví hann ikki skipaði fleiri størv, svaraði hann ma., at vit máttu skilja, at tað eisini var ein spurningur um pengar og fígging.
Vit, sum høvdu raðfest almennar útbyggingar, vistu sjálvandi, at høvuðsfortreytin fyri at byggja nýtt var eitt trygt fíggjarligt grundarlag. Tað tykjast samgongumenn nú skilja eisini.
Tey, sum hinvegin hildu, at landsstýrið hevði bæði pengar og fígging til 35 arbeiðsplásss og eitt nýtt ellis- og røktarheim í Vági, samstundis sum ein miðnámsskúli stó í gerð, hava nú fingið okkurt at hugsa um?
Sjálvur fekk eg tað svarið, eg dyrgdi eftir, og vóni nú bara, at landsstýrið slær seg til tols við, at tað ikki eyðnaðist at lumpa suðringar í hesum umfari.