Hvussu ber tú teg at, tá tú skalt sannføra einum tú møtir í einum elevatori, og sum ongantíð hevur verið á G!, um at hesin má koma á G!?
Tað spyr G! Festivalurin, sum nú vil hava hjálp frá føroyingum til at greiða frá júst hví hvør einstakur festivalgestur leitar sær til Gøtusand ár um ár.
G!festivalurin skrivar á heimasíðuni, at tað kann vera trupult at greiða frá hvat tað er við G! festivalinum, sum er heilt serligt.
- Gev okkum títt besta boð uppá hvussu tú vildi lýst G! Festivalin so livandi, innbjóðandi og stutt sum gjørligt fyri onkrum, sum ikki hevði ánilsi fyri hvat G! er fyri nakað. Ímynda tær t.d. at tú skalt sannføra viðkomandi um at koma við tær á festival. Tú hevur bara heilt stutta tíð at fáa viðkomandi áhugaðan og sannførdan - millum 15 sekund og 1 minutt, sum vóru tit í einum elevatori ella líknandi. Stutt sagt, hvussu hevði tú vakt áhugan fyri hvat G! er og hví viðkomandi má koma við á festival, spyr festivalurin á heimasíðuni.
Vinnarin av kappingini verður kunngjørdur 11. Januar, og viðkomandi vinnur eitt atgongumerki og eitt tjaldingarpláss til ársins G! festival.
Tú kanst seta títt boð á veggin hjá G! festivalinum her: www.facebook.com/gfestival