Hvønn minutt í hvørjum gulli

Liðskiparin á fótbóltslandsliðnum hevur higartil spælt hvønn minutt, sum kvinnulandsliðið hevur spælt. Og enn hevur hon ongar ætlanir um at gevast

Lerwick: Tað var kanska ikki annað væntandi, enn at føroysku fótbóltskvinnurnar fóru at endurvinna gullmerkini á oyggjaleikunum. Kvinnur okkara hava nevnliga enn til góðar at tapa dyst í oyggjaleikahøpi. Nakað sum esini hevur fingið fólk at rópa avbjóðingina ov lítla.
Ítróttarliga var avbjóðingin tó størri hesaferð, enn hon hevur verið. Ikki minst, tí talan nú eisini var um tvey lið, sum kundu matcha okkara, og tó at vit knógvaðu bæði Álandi og Bermuda, so var talan í báðum førum um fínar dystir hjá okkara kvinnum.
Tað ásannaði føroyski liðskiparin, Bára S. Klakstein, eisini, men hon helt kortini, at leikirnir væl kundu verið meira áhugaverdir.
- Tað gav okkum sjálvandi nakrar tættari dystir, at Bermuda og Áland vóru við hesaferð. Men hinvegin, so haldi eg tað vera keðiligt, at vit ikki fingu nakra finalu hesaferð, nú talan var um bólkaspæl.
- Ikki minst, tá vit somikið tíðliga í kappingini hittu Áland og Bermuda. Tað gjørdi at vit longu undan teimum báðum seinastu dystunum vóru púrasta vísar í, at vit høvdu vunnið gullið, og tí kundu vit í nógvar mátar taka okkum av løttum her.

Ongantíð skift út
Umframt at vera liðskipari og aldursforseti á kvinnulandsliðnum, so hevur Bára eisini eitt annað merkisvert met í oyggjaleikahøpi.
Síðani fyrsta dystin, sum var ímóti Isla of Man á Isle of Man í 2001, hevur Bára nevnliga spælt hvønn tann einasta minutt hjá føroyska liðnum. Og hóast hon ikki vildi gera nakað stórvegis burtur úr hesum, so viðgekk hon, at hetta var nakað, sum hon var eitt sindur errin av.
- Tað er man sjálvandi altíð. Tað er jú nakað serligt í so máta.
Og hugsaði tú ongantíð um, at hetta metið kanska skuldi fara, um nú venjarin valdi at skifta teg út í onkrum dysti?
- Tað haldi eg ikki, at tú hugsar um, tá tú spælir. Man fer út fyri at gera sítt besta, og so má dysturin ganga sína gongd. Líka mikið um eg eri partur av honum ella ikki.
Og ætlar tú tær eisini at vera partur av liðnum um tvey ár, tá kappast verður á Rhodos?
- Ja. Tað verði eg, staðfesti ein púrasta avgjørt Bára Skaale Klakstein at enda.