Hvønn morgun kl. 9

- Mær dámar sera væl at koma higar á bókasavnið, sigur fuglfirðingurin, Arthur Hansen, sum er ein av trúføstu gestunum á Fuglafjarðar bókasavni. - Eg lesi bara tey føroysku bløðini, slær hann fast

Fuglafjørður: Hvønn morgun kl. 9 møtast teir á bókasavninum. Einir 10 mans at lesa føroysku bløðini og at tosa saman. Onkutíð eru teir 12 í tali.

- Tað er altíð hugaligt at lesa bløðini, sigur Arthur, sum næstu ferð fyllir 70 ár.

Hann er ein av teimum trúføstu monnunum, sum dag og dagliga vitja bókasavnið.

Fyri teimum liggja bløðini klár, og á borðinum stendur altíð ein heitur og góður kaffimunnur. Og smákøkur afturvið.

Hesin munnurin ger uttan iva sítt til, at tað gongst væl hjá heimum tilkomnu monnunum at fáa sín egna munn á glið.

- Eg eri her hvønn einasta dag, sigur hann.


Stýra landinum

Sum skilst, gongur prátið bæði lætt og væl, og evnini eru nógv, tá teir hittast runt runda kaffiborðið.

Ofta er politikkur á skránni, og tað er helst so sum Arthur tekur til: - Tað var kanska hiðani, at landið átti at verðið stýrt!

Henda morgunin, ið Sosialurin vitjaði í Fuglafirði prátaðu teir heilt vist um fótbólt. Kvøldið fyri hevði ÍF nevniliga fingið javnleik ímóti EB/Streymi.

Arthur var ikki sjálvur við til “morgunfundin”, tí hann skuldi til tannlækna.

- Men nú seinnapartin, fór eg mestsum bara at vita, um ikki ein kaffimunnur kortini mundi vera eftir til mín, sigur hann við einum brosi.

Bæði Dimmalætting og Sosialurin vóru á skránni henda mikudagin í farnu viku. Serliga spennandi mundi vera hjá honum at lesa nýggja Oyggjablaðið, sum lá inni í Sosialinum.

- Ja, okkurt mugu bløðini skriva. Tað er líkamikið hvussu tey skriva - øll verða ikki nøgd kortini. Ein fær ikki øll í ein part, sigur Arthur Hansen avgjørdur.

Í dagsins blaði kann hann so, kanska á fyrsta sinni, lesa eina grein um seg sjálvan.