Hetta var navnið á einum góðum sjónleiki, ið einaferð varð spældur her á landi.
Eitt líti sindur annarleiðis, siga okkara fólkavaldu.
Tey siga. Hvønn hattin skal eg seta á í dag?
Nógv hava í dag nógvar hattar, og onki forgjørt í tí! Um vit vita hvørjir teir eru. Tí tað er soleiðis, at øll lond í heiminum verða stýrd í dag av fólkavaldum. Soleiðis virkar demokratiið. Vit velja út frá tí, vit halda okkum vita, ella kunnu fáa vitan um. Hetta er tó ikki galdandi fyri einaveldi, oligarkiir, prestastýri og líknandi. Vit kenna nokk øll fleiri.
Eitt kann man siga um hesi fólk í demokratinum og tað er, at tey eru dugnalig. Sera dugnalig og hava tí og klára fleiri hattar í senn. Og fólk við fleiri hattum, eru eisini vald á okkara Løgting.
Tó er okkurt av hesum, ið eg ikki dámi, og tað er um onkur av hesum hattum, ið ikki verður vístur, er krógvaður undir kjóla ella frakka. Og sagt verður eitt, men gjørt okkurt annað.
Tí um so er, so havi eg kanska valt onkran á ting undir skeivum fortreytum.
Hetta er tað, ið vit í dag kalla ”krógva endamál ”, og tað kann aldrin vera rætt
Fólk gera onki uttan eitt endamál, og enn einaferð onki ringt í tí. Ongin grund er jú til at stilla seg upp, ella traðka fram til nakað, uttan eitt endamál.
Problemið er ”Tað krógvaða endamálið”!
Um vit siga eitt og gera okkurt annað!
Eg sigi ikki, at okkara kjósnu fólk hava krógvaði endamál. Á ongan hátt. Men um eitt land, verður stýrt av fólki, við ”krógvaðum endamálum”, so gongur galið.
Vit flenna øll eftir Afrika. Tí har gongur jú bara galið. Tey duga ikki. Sovorðið tvætl.
Men hví gongur tað galið? Tí vit hava ov nógv fólk og feløg sum Samherji. Ov nógv, ið vilja gjalda mutur til fólk við valdi og ”krógvaðum endamáli”. Gjalda hetta mutur, fyri at fáa hendur á rávøru o.ø.
Fólk við ”krógvaðum endamáli” eru vandamikil, sera vandamikil!
Fyri ikki so langari tí síðani, vóru fleiri faldarar sendir í hvørt hús í landinum. Mær er sagt, at tað kostaði fleiri enn 65.000 kr. pr. faldara at fáa út. Nógvur peningur í mínari verð. Kjakast kann um, um tað vóru ”fake news”, ella ikki, ið stóðu í faldarunum. Tað kann ein kjakast um til ævigar tíðir, og var tað kanska endamálið, fyri at krógva ella kvala annað kjak. Vit vita jú, at hvørja ferð trupulleikar eru í Kina verða hernaðarvenjingar í Taiwansundinum. Endamálið er at flyta kjakið - flyta fokus.
Men, tað ið eg haldi er vandamiklast við hesum faldarum er, at alt var dulnevnt. Hvør hevði fyrimun av faldarunum? Hvør eigur 65.000 kr. og kanska fleiri ferðir til hetta endamál?
Fake news og dulnevni eru vandamikil og skuldi verðið bannað, og vónandi verður alt gjørt fyri at forða hesum!
Politiskir flokkar skulu við lóg verða kravdir eftir at leysgeva frágreiðing um, hvørjir privati stuðlarnir eru!
Hilmar Augustinussen,
Nevndarlimur í Starvsmannafelagnum