Lisbeth L. Petersen, Sambandsflokkurin
Mær vitandi luttók Eirikur ikki á interna samgongufundinum, ið var á formansskrivstovuni seint eitt kvøldið, tá Sambandsflokkurin bíðaði eftir svari frá mær um løgmanssessin, ið stóð mær í boði júst tá.
Eg hevði boðið samgonguni á fund, tí eg vildi skatta dýpið, hvat kundi hent, um eg tók av tilboðnum.
Hvat hendi kunnu bæði Eirikur og onnur lesa á síðu 372 og 373 í frálíku bókini um Sambandsflokkin, sum Anja Andreasen hevur skrivað.
Bæði Schumann Hjaltalin og Heðin Mortensen vóru umrøddir har, og tá semja ikki fekst um tey nøvnini, er tað rætt at eg spurdi, um Eilif Samuelsen, ið so hevði komið inn fyri meg í býráðið, kundi verið eitt uppskot.
At eg skuldi seta júst tað sum treyt, er beinleiðis ósatt, men treytin var, at Sambandsflokkurin varðveitti formanssessin. Sum umrøtt í bókini setti Tjóðveldisflokkurin krav um sessin, og tað kundi eg sum umboð fyri Sambandsflokkin als ikki góðtaka. Vit fóru til hús, og næsta morgun boðaði eg Sambandsflokkinum frá, at eg ikki tók av.
Soleiðis gekk tann fundurin.
Hvørjar ”sannleiks-apostlar” Eirikur hevur tosað við, kann eg bert gita,og hvønn Eirikur Lindenskov umboðar við greinini veit eg heldur ikki, antin tað so er Javnaðarflokkin ella eitt ”politiskt óheft” tíðindablað, ið vit, sum enn gjalda til Føroya Tele, eru við til at gjalda fyri.
At enda kann eg bert siga, at eg tíverri havi ringar royndir av at trúgva uppá avtalur við Javnaðarflokkin í býráðnum, so eg ivist ikki í, at har trívist Heðin Mortensen væl.
Tórshavn 12 mai 2007