- Eg royni at halda meg neutralan. Vit hava tvey góð valevni í Sølva Reinert Hansen og Annsy Høghamar. Tey hava bæði verið virkin í ítrótti, og eg dugi illa at taka annan fram um hin. Alíkavæl haldi eg, at tað er sera spennandi, at tað nú er ein kvinna, sum bjóðar seg fram. Vit hava havt ov fáar kvinnur við í arbeiðnum hjá ÍSF, og tí ger tað einki, um kvinnurnar nú eisini sleppa at gera vart við seg. Men líkamikið hvat eg sigi, so eru tað feløgini kring landið, sum skulu velja nýggja ÍSF-forsetan, og eg fari at ynska teimum báðum góða eydnu við valinum, sigur Heðin Mortensen