Hví ræðast tit vitan so illa?

Eins illa og okkara gomlu for­fedrar ræddust norrønar gudar, huldufólk og nikar, tykjast nógvir núlivandi føroy­ingar at ræðast alt, sum bara minnur um vitan. Íblástur, menn­ing, kveikjan, skapan, fram­burður, nýhugsan, djúp­hugsni, innlit... Hetta vóru nøkur orð at sleingja um seg! Mest sannlíkt kemur tað úr onkrum ørum akademikara­knokki, sum í ráðaloysi melur í Havnini og roynur at upp­finna sær sjálvum eitt nýtt starv hjá tí almenna. Hetta eru ikki orð, ið nakar núlivandi løg­tingsmaður av fríum vilja vil mæla. Tí so er hann ein av »teimum«. Tey øru. Tey skít­býttu. Akademikararnir.
Eg upplivi tað sum, at hetta er ein vanlig og sera útbreidd fatan í Føroyum. Bóklig og aka­demisk vitan er nyttuleys og kostar samfelagnum eina træm­ans rúgvu í lønum, eftir­lønum og óendaliga langum og dýrum pensjónum. Slík vit­an ger einki gott. Er bara til for­treð.
Í Føroyum er bert ein vit­an, sum kann brúkast. Hon fæst á sjónum. Stór vitan er í Føroyum beinleiðis pro­portional við, hvussu nógv ár tú hevur staðið upp til knø­ini í evju umborð á einari rust­aðari dangu við balli í kjaft­inum og drigið línu, avhødað og bannað. Fleiri toskar, tú av­høvdar, klókari gerst tú. Fleiri línur tú dregur, vísari verður tú. Hevur tú ikki pissað í salt­an sjógv, nyttar tú einki til.
Tí er gongdin í samfelag­num eisini tann, hon er í dag. Fólk í hópatali flyta av land­inum. Øll vinnurekandi gera stórt sæð tað sama – og fær onkur eitt nýtt hugskot, fara tíggju onnur at gera neyvt tað sama og so kann eingin liva av tí.
Tað er av neyð, at gingið verð­ur við til at játta nakrar krón­ur til útbúgving og menn­ing av samfelagnum. Helst verð­ur hetta bert gjørt í ein­um rossahandli, har minst tveir tunnlar og ein tilkoyr­ingar­vegur ganga afturfyri eina nýggja skúlastovu. Nýggj vit­an má og skal ikki skapast í Føroy­um – og eg undrist hví!
Meðan mantraið í øðr­um londum er, at vitan er vøkst­ur, er tað øvugta gald­andi í Før­oy­um. Tær ungu, skap­andi kreft­irnar, sum ikki frí­villiga eru farnar av land­inum enn, verða læstar inni í goml­um soppa­fongdum skriv­stovu­bygn­ingum.
Men hvat er at ræðast við at byggja eitt nýtt, ordiligt uni­versi­tet? Ræðast hesir gomlu knokkarnir, at tey ungu fara at støðast í einum ordiligum lestrar­umhvørvi og tí ongantíð rýma av landinum? Ræðast teir, at lesandi har fara at finna íblástur, granska, menna og hugsa stórt? Ræðast teir, at føroy­ingar fara at finna upp á nýggjar vinnur, nýggj hugskot innan orku, fisk, fólkaræði, mál, búskap og dómsvald?
Hvat er at ræðast, tá vitan er vøkstur, búskaparvøkstur er fólkavøkstur og fólka­vøkst­ur gevur uppaftur størri bú­skaparvøkstur?
Eg skilji tað ikki. Men kanska tað er bara tí, at eg ongan­tíð havi pissað í saltan sjógv.