Eftir øllum at døma spælir Cristiano Ronaldo við Real Madrid komandi kappingarár, og longu nú gita ensku miðlarnir dúgliga, hvønn spælara Manchester United fer at keypa ístaðin fyri portugisan. Franski Franck Ribery hevur leingi verið nevndur sum ein møguleiki, og í dag verða menn sum Klaas-Jan Huntelaar, Karim Benzema og Zlatan Ibrahimovic nevndir.