Hvør dagur er móðurmálsdagur

Á móðurmálsdegnum, sum varð hildin í Fútastovu og Nýggjustovu í gjár, greiddi Eirikur Lindenskov, sum býr í Nýggjustovu, frá um tey bæði grannahúsini í Gongini og ættina hjá Hammershaimb.

Hammershaimb hevur sum kunnugt røtur í hesum hesum húsum, Fútastovu, eins og í grannahúsunum, Nýggjustovu, sum var hansara barnaheim.
Tað fyrsta vit vita um Hammershaimbsættina í Føroyum er, tá Fríðrikur fjórði kongur í 1723 setir Jørgen Frantz Hammershaimb í embætið sum fúta í Føroyum.
Hann er oldurabbi og langabbi okkara V. U. Hammershaimb. Einkja er tá í Fútastovu, og sum siður mangan var, so giftist nýggi fútin við fútaeinkjuni. Tey fingu tvey børn. Konan doyði tó longu í 1727, og tá giftist hann teirri fimtan ára gomlu Elisabeth Kristine Samuelsdatter Weyhe, dóttir Samuel Pedersen Lamhauge, løgmann, og Armgard Mariu Weyhe, sum eisini hava búð í Nýggjustovu.
Tað fyrsta eg veit um fólkini í Nýggjustovu, er at miðskeiðis í 1600 talinum búgva Peter Sørensen Broberg og Birgithe Bøgvad har. Tey eru foreldrini hjá Bente Christine Broberg – Beintu, ella Barbaru, sum Jørgen Frantz Jacobsen kallar hana. Beinta er fødd í Nýggjustovu í 1667 ella 68.
Vit vita eisini, at í 1727 arvar Frederik Severinsen Schougaard Jonasen, sonur Beintu og harra Jónas, Nýggjustovu, og at hann tá býr har. Hann fær húsini við gávubrævi frá Peder Arrhebo, sum nú var triðji maður Beintu.
Í 1766 arvar Jørgen Frants Hammershaimb, fúti, húsini frá verforeldrunum.
Síðani eru húsini í Hammershaimbsættini fram til 1896 – men í 1813 giftist Jørgen Frantz Hammershaimb, yngri, við Armgard Mariu Egholm úr Nýggjustovu. Hann er altso abbasonur tann fyrsta Jørgen Frantz Hammershaimb, og er sonur eldra V. U. Hammershaimb, sum tók við fútaembætinum eftir pápan. Hetta er aðru fer, at familjubond hjá Hammershaimb knýtast millum Nýggjustovu og Fútastovu, og tí er tann gamli Jørgen Frants Hammershaimb langabbi V. U. Hammershaimb í faðirætt og oldurabbi í móðurætt.
Pápi Armgard Mariu Egholm, Samuel Egholm, sum búði í Nýggjustovu og sigldi úti, gekk burtur í Miðalhavinum í 1796. Armgard Maria og Jørgen Frantz fingu tvey børn, dreingin Vensil og eldru gentuna Maria Louvisu.
Jørgen Frantz Hammershaimb var løgmaður á Steig í Sandavági, og hann var løgmaður, tá embætið varð niðurlagt í 1816. Hann slapp tó at sita á garðinum eina tíð, men doyði í 1820, árið eftir at lítli Vensil varð føddur. Eftir tað flutti konan til Havnar við børnunum, og tá flutti hon inn til mammuna í Nýggjustovu. Hon gjørdist gomul, og livdi í 68 ár, eftir at maðurin varð deyður og doyði í 1888.
Tá Vensil kom til Havnar og búði í Nýggjustovu, so lá væl fyri at vitja abban, fútan og navnan í Fútastovu, sum læs við abbasoninum. Hammershaimb hevur skrivað, at mentamaðurin, hvalbingurin, Jens Davidsen, eisini læs við honum. Jens Davidsen hevur verið framman fyri sína tíð á nógvum økjum. Hann var ikki lærdur maður, men hann virkaði fleiri ferðir bæði sum fúti og amtmaður og hevur havt stóran mentanarligan týdning. Hann kom ungur til Havnar, hann læs hjá Jens Christan Svabo (sum var ommubeiggi V. U. Hammershaimb, svágur fútan) – og var ikki meira enn fjurtan ára gamal, tá hann fór at arbeiða á amtskrivstovuni. Hann var eisini við til at stovna bókasavnið, og eitt av álitisstørvum hansara var at vera bókavørður.
Her kunnu vit so nevna, at Evensenbrøðurnir úr Hvalba, Jens Christian Evensen, sum seinni gjørdist próstur (pápi A. C. Evensen, sum eisini var próstur), og Joen Peter, sum gjørdist keypmaður, vuksu upp hjá Jens Davidsen. Teir vóru presasynir úr Hvalba, og tá bæði foreldrini doyðu frá teimum, tók Jens Davidsen teir til fosturs. So hansara mentanarliga ávirkan kann valla undirmetast.
Havnin var ein lítil býur tá á døgum. Gongin var høvuðsgøtan, og tá nýggj kirkja varð reist í 1788 var hon løgd norðan fyri býin. Hendan býlingin, vit nú eru í, nevndu tey »heima í Havn«. Hin býlingurin – »úti í Havn«, var úti á Reyni, har kirkjan og prestagarðurin vóru.
Tað er í hesum umhvørvinum, at lítli pilturin Vensil hevur dvælst síni barnaár. Tað er her, hann hevur fingið tann mentanarliga førningin, sum hann hevur havt við sær, tá hann er farin víðari til Danmarkar at nema sær útbúgving. Og tað er kanska júst her, at hann hevur skrivað sínar fyrstu stavir og sett saman orð – orð, sum kanska ikki hava verið tey somu, sum muðurin mælti á móðurmálinum.
At velja føðingardagin hjá V. U. Hammershaimb til okkara móðurmálsdag haldi eg vera eitt frálíkt hugskot. At lata eina virðisløn – eina móðurmálsviðrisløn hendan dagin, haldi eg eisini er eitt frálíkt tiltak.
Fyri okkum, sum dagliga nýta málið, er hetta eisini eitt frálíkt høvi at varpa nýtt ljós á týdningin at brúka eitt gott og livandi mál í almenna rúminum.
Og at kenna til upprunan og tær umstøður, sum málið er ment undir kann bara styrkja málsligu tilvitsku okkara.
Latið okkum taka orðini hjá Námi til okkara, at »hvør dagur er móðurmálsdagur«.