Týsdagin skrivaði italienska ítróttarblaðið La Gazzetta dello Sport, at Nicklas Bendtner skuldi loysa av Adriano í Inter. Men leiðslan í stórfelagnum kennist ikki við danska framherjan.
- Bendtner, hvør í allari víðu verð er tað? Lurta nú, vit eru oddalið í Seriu A. Hví skuldu vit verið áhugaðir í einum leikara, sum vit ikki kennast við, sigur Paulo Viganó, umboð frá Inter.