Hvør er borgarstjóri?

Áhugavert var at lesa nýggjársblaðið hjá býráðslimunum Beate L. Samuelsen og Tórfinni Smith í Dimmalætting herfyri.

Har vóru tíðindi at frætta um standin í býráðssamgonguni, sum ikki hava verið frammi áður.
Ongantíð hoyrdist nakað aftur frá tí sáttarfundinum, sum Jan Christiansen, borgarstjóri, segði seg ætla at halda í samgonguni til tess at fáa greiðu á viður-skiftunum millum seg og hin borgarstjóran Heðin Mortensen.
Jan Christiansen var í øðini um, at Mortensen í heilum tók upp á seg heitið sum virkandi borgarstjóri, og borgarstjórin vildi vera við, at hann fekk ikki farið á WC fyri hinum borgarstjóranum.
Samgongan tyktist vera í ringum sjógvi, og kallað varð inn til fundar bæði her og har at slætta sjógv, alt meðan Tjóðveldisflokkurin beyð seg fram at koma upp í samgonguna.
Eftir ein fund í Føroya Væl segði Mortensen í bløðunum, at Christiansen noyddist at finna seg í sær, tí hann hevði flestar atkvøður á sambandslistanum, og hann teknaði Sambandsflokkin í Havnar Býráð.
Eftir ógvisliga útfallið frá Christiansen framman undan skiltu vit nú púrt onki, men líkt er til, at hetta var tann faktiski útgangurin av orrustuni millum borgarstjórarnar báðar.
Í nýggjársblaðnum hjá Dimmalætting kemur undan kavi, at sáttarfundurin hjá Jan Christiansen helst ongantíð er hildin.
Blaðstjórar á nýggjársblaðnum eru samgongulimirnir í býráðnum, Beate L. Samuelsen og Tórfinn Smith.
Tey skriva undir einari søtari mynd av Mortensen, at "tað var eisini Heðin, sum fór úr stríðnum við óða borgarstjóran sum sigursharri, tá Jan gjørdist kúrrur sum eitt lamb stutt eftir, at hann hevði kravt Heðin úr samgonguni - sum ikki einaferð".
Tey skriva eisini, at "Jan mátti vitað líka væl, sum øll onnur, at yvirlivarin Heðin tekur allar møguleikar, sum bjóðast at koma fram í ljósið".
Loyvi mær tí fyri at fáa fulla á greiðu á málinum at spyrja samgonguna í Tórshavnar Býráð:
»Hvør er nú borgarstjóri, og hvør er á wc?"«