Hvør er heimsins besti fótbóltsleikari?

FIFA hevur nú kunngjørt hvørjir teir 23 leikararnir eru, sum kunnu vinna heitið “Heimsins besti fótbóltsleikari 2011”. Av teimum 23 eru átta úr Barcelona og fimm úr Real Madrid. Enska Premier League hevur bara fýra umboð á listanum.

 

Champions League vinnarnir eru liðið við flest leikarum á listanum, sum FIFA hevur kunngjørt í dag. Millum teir átta er Lionel Messi, sum hevur vunnið heitið seinastu tvær ferðirnar. Hann er sambært fleiri favorittur at vinna heitið aftur í ár.

 

Wayne Rooney er einasti bretin, ið er at finna á listanum og bara ein av fýra, ið spæla í Premier League í løtuni. Hinir tríggir eru Nani(Manchester United), Luis Suarez(Liverpool) og Sergio Aguero(Manchester City).

 

Í bretskum miðlum undrast tey á, at hvørki David Silva(Manchester City) ella Robin van Persie(Arsenal) eru við á listanum.

 

Teir 23 útvaldu eru:

 

Eric Abidal (France), Sergio Aguero (Argentina), Karim Benzema (France), Iker Casillas (Spain), Cristiano Ronaldo (Portugal), Dani Alves (Brazil), Samuel Eto’o (Cameroon), Cesc Fabregas (Spain), Diego Forlan (Uruguay), Andres Iniesta (Spain), Lionel Messi (Argentina), Thomas Muller (Germany), Nani (Portugal), Neymar (Brazil), Mesut Ozil (Germany), Gerard Pique (Spain), Wayne Rooney (England), Bastian Schweinsteiger (Germany), Wesley Sneijder (Holland), Luis Suarez (Uruguay), David Villa (Spain), Xabi Alonso (Spain), Xavi (Spain).

 

Eisin besti venjarin skal veljast og teir útvaldu eru:

 

Vicente Del Bosque (Spain), Alex Ferguson (Manchester United), Rudi Garcia (Lille), Pep Guardiola (Barcelona), Jurgen Klopp (Borussia Dortmund), Joachim Low (Germany), Jose Mourinho (Real Madrid), Oscar Tabarez (Uruguay), Andre Villas-Boas (Chelsea), Arsene Wenger (Arsenal)

 

5. desember verður avgreitt hvørjir tríggir teir fremstu eru og endaliga avgerðin fellur 9.januar.