Hvør er Ársins Fyrstihjálpari?

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum ?Ársins Fyrstihjálpari 2007? Øll kunnu lata uppskot inn, og so verður tað nevndin í Reyða Krossi Føroya, sum ger av hvør skal heiðrast. Serligt oyðiblað fæst á løgreglustøðunum kring landið og hjá Reyða Krossi.

Í tíðindaskrivi upplýsir Reyði Krossur Føroya, at tann sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp. Vinningurin er eitt heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og ein peningagáva, ið Tryggingarfelagið Føroyar letur.

Ætlanin er at tilnevna ?Ársins Fyrstihjálpara 2007? mánadagin 11. februar 2008.