Hvør er størsti exportør av blóðroyndum til vísundaligar kanningar?

Í sjónvarpssending herfyri »Kampen om den nationale arv«, verður ført fram, at t.d. undirritaði meðvirkar til eksport av føroyskum blóðroyndum til Danmørk, nærmast eitt slag av tjóðarí, uttan at eg t.d. havi fingið nakran møguleika at svara.

Í hesi sending verður t.d. læknastjórin Pál Weihe drigin fram sum ein frelsandi eingil, saman við bretanum Mr. Hicks og fyritøkuni deCode, sum er amerikonsk. T.d. Pál Weihe letur seg her, meðvitandi ella av journalistinum, draga inn í at spæla við í útspilling av okkara kanningarbólki og lovprísan av amerikonsku fyritøkuni.

Í samrøðu í Sosialinum herfyri rør Pál Weihe framundir, at »onkur« gongur ørindi fyri danir. Eg veit her ikki, hvønn hann júst sipar til.

Pál Weihe og undirritaði eru gamlir vinmenn, bæði persónliga og vísundaliga. Eg skal tí ansa eftir, at »spjótið, sum verður kastað, fæst ikki aftur« (sum Pauli Ellefsen, av øllum, tók til á sinni).

Hinvegin, so hevur hann víst til okkara kanning og sum omamfyri luttikið í - vónandi ómeðvitandi - í útspilling og mistonkiliggering av okkara kanningarbólki. Hartil kemur, at so merkiligt hevur forløbið við deCode verið, at tað virkar ikki alt rætt vorðið. Sum granskari á økinum, og ein av teimum fáu innan læknaverðina í Føroyum við akademiskari granskingargrad, vendi eg mær tríggjar ferðir til P.W., tá eg hoyrdi um deCode kontaktina. Av tí, at eg, hóast lyfti um at verða informeraður, onki fekk at vita, vendi eg mær á sumri 1998 til skrivstovuna hjá Arbeiðs- og almannaheilsudeildini, men P. W. var burtur. Skrivarin vildi ikki vísa mær nakað skrivligt, men vísti til Mr. Hicks, sum gav mær loyvi at kaga í ymisk pappír, herundir eini tvey útkast til sáttmála við deCode. Løgið, at eg sum føroyingur, skal síggja slíkt gjøgnum ein onglending. Hetta segði mær, at alt var ikki rætt vorðið.

Tað, sum undrar meg allarmest, er at P.W. fýlist á samband við danir og letur seg brúka í útspilling. Neyvan nakar føroyskur lækni hevur haft og hevur so nógv samband tannvegin sum júst P.W., sum enntá hevur eitt pseudostarv á Odense Universitet!

Harnæst kemur, at tað neyvan finst nakar føroyskur lækni, sum hevur exporterað so nógvar blóðroyndir til Danmarkar og útheimin enn júst P.W. Eg havi enntá sjálvur hjálp honum at dragsa stórar pakkar við blóðroyndum inná danskt universitet, fyri at teir skuldu koma skjótari fram. Hesar blóðroyndir frá kyksilvur- og PCB kanningum frá fleiri hundrað ella túsund føroyingum eru havnaðar, ja hvar, í Danmark og kanska Amerika við.

Hesar blóðroyndir hava stórt potentielt virði, møguliga eisini peningaliga. Fleiri milliónir hava t.d. amerikumenn latið til hesar kanningar, men hvussu nógv er komið til Føroya? Er nakað laboratorium fyri kyksilvur- og PCB kanningar sett á stovn í Føroyum? Ivaleyst eru fleiri virki sum vilja keypa tey virði, sum leiggja í hesum blóðroyndum, tí áhugin at finna sikkur mørk fyri ávirkan á menniskjað er stórur. Her hava hesar kanningar - sum annars tæna P.W. til vísundaligan heiður - eina stóra informatión í sær, og slíkar kanningar eru bert gjørdar eini tvær staðni í verðini. Enntá genetiskar upplýsingar kunnu tær rúma, tí mótstøðuføri móti dálking av t.d. kykvilsur er ivaleyst genetiskt avgjørt.

Tað er tí heilt burturvið av P.W. at royna at kroysta seg inn yvir tað genetiska økið, meðan hann sjálvur onki ger við at fáa sítt egna øki heim, heldur er stóreksportør av blóðroyndum. Ella hvørju skulu motivini so vera? Vónandi ikki trongd at breiða seg, tí hann er ovbyrjaður í forvegin.

Eg rokni við, at Finnbogi Arge, landsstýrismaður, sum vakir yvir privatu vinnuni, og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, sum vil hava meira av slíkum gjørt í Føroyum, sær tey stóru perspektivini.

Ella kundi eg sjálvur gjørt avtalu við onkra fyritøku um slíkt, og sum millummaður kundi eg passandi blivið stjóri í einum kyksilvur- og PCB laboratorium í Føroyum.

Eg má mæla P.W. frá at vera skutilssveinur hjá amerikanska kapitalinum og heldur stuðla at fleiri føroyingar vinna førleika innan »genvinnuna«, so vit sjálvir t.d. kunnu dríva hetta økið. Og at skunda undir lóggávu, sum regulerar rættindi vísundaliga og vinnuliga á økinum, herundir viðv. øllum potentiellum virðum, sum kunnu liggja í øllum biologiskum tilfari.

P. W. kennir væl munin millum vísundalig rættindi og handilslig rættindi, og tí er tað mær sera sárt, at hann letur seg draga runt í sending, sum gongur út uppá at spilla onnur út, enntá tá hann sjálvur er størsti eksportør av blóðroyndum til vísund; blóðroyndir sum fara ókeypis av landinum.


August G. Wang